Tá gandur ikki longur ber til

0
796

‘Fíggjarlig verkfrøði’ er sum búskaparligt latín komin hartil ið vegurin endar, nú fíggjarkreppa aftur hóttir stórar partar av heiminum; vónandi síggja føroyingar fyrimunin í at hava eina høvuðsvinnu sum kann standa seg í illveðri.

Bui Tyril
Búi Tyril er ráðgevi í virkissamskifti Master útbúgving frá Robert Gordon University, Aberdeen: MSc Corporate Communication & Public Affairs

Í tí almenna kjakinum um fisk og føroyska framtíð hava hugtøk sum “marknaðarbúskapur” tey seinnu árini fingið ein merkiliga mantriskan dám. Alt gott um marknaðarbúskap sum so, men tað vísir seg at vera rættiliga flótandi hvat fólk leggja í hetta orð. Dagsins politiseraða merking av tí — hvør hon enn er — tykist uppstaðin í kjalarvørinum av tí kommunistiska kollapsinum í endanum á 1980unum og ta støðu summi vinstra-intellektuell sóu seg í tey fylgjandi árini og áratíggjuni. Ein mistur marxistiskur identitetur mátti umformast til okkurt annað, og í so máta mundi tað vera funnin fressur at yvirhála tey konservativu á høgru síðu. So mikið var longu hent í USA, har tann trotskyistiski leggurin av marx-leninismuni so við og við hevði skift ham og var lopin um bukk, yvir í sokallaða neokonservatismu. Her heima hava vit eisini sæð onkrar fyrrverandi OFMLarar knappliga leikandi í um “marknaðarbúskap” sum var talan um hugmyndafrøðiligt halgineyt, við rákapitalistiskum dogmum virkandi sum sjálvsagdir sannleikar til eitt og hvørt høvi.

Hjá nøkrum hendi alt hetta uttan iva av reinum hjarta; hjá øðrum var talan møguliga um minni heiðurlig motiv, har inngrógvin illvild móti vinnulívinum mundi fylgja við sum arvagóðs frá maoistiskum døgum. Ofta manglar intellektuell kensla fyri lívsins margfaldu blanding av menniskjansligum tørvum og atlitum, tað veri seg yvirlivilsi ella profittur í vinnuhøpi, samfelagssinni ella solidaritetur, og hvat sum helst har ímillum.
Eitt lop úr vinstru veit yvir í høgru hevur sjálvandi eina meir ella minni logiska frágreiðing. Betongharðar hugsjónir, um enn klæddar í retoriskt stás, trívast ofta í einum heimi sum er akademiskt væl pussaður og pyntaður: smáborgarlig atlit til praktiskar avleiðingar av drastiskum tiltøkum hvørva sum døgg fyri sól í tí innbløðraðu verðini. Har gerst ístaðin alt so passaliga einfalt við ideologiskum asfalti trumlað yvir hvønn teoretiskan teig. Uttan mun til um tað væl polstraða skriviborðsflogvitið situr úti á Pinochet Light ella á Pol Pot Soft — har skera tey yvir kamb, barbera nuansur burt, og hølva óviðkomandi fjas av. Alt fyri ta perfektu ástøðina og politiskt korrekt.
Mynd 1: Eitt diagram og annað… (Columbia University)