Home Tíðindir BankNordik 214 mió. kr. áðrenn niðurskrivingar, skatt og virðisjavna.

BankNordik 214 mió. kr. áðrenn niðurskrivingar, skatt og virðisjavna.

by OML

Ársroknskapurin hjá BankNordik vísir eitt úrslit á 214 mió. kr. áðrenn niðurskrivingar, skatt og virðisjavna. Úrslitið er í samsvari við væntanirnar. Stór framgongd er í rakstrarúrslitinum, sum er hækkað við 49 mió. kr. upp í 194 mió. kr.  Rakstrarúrslitið betrað við 34%

ÁrniEllefsen2015-BankNordik”Vit fegnast um, at vit megna at vísa framgongd í úrslitinum, hóast vit hava lækkað renturnar nógv seinastu árini. Á øllum marknaðum síggja vit eina framgongd, og vit kunnu staðfesta, at tað serliga er okkara virksemi uttanfyri Føroyar, sum er í vøkstri,” sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

BankNordik hevur seinastu tíðina miðsavnað fleiri uppgávur í Føroyum og í tí sambandi eisini sett nógv nýggj fólk í starv í Føroyum.


”Vit vilja fegin gera tað lættari og einfaldari at greiða síni bankaviðurskifti hjá okkum. Tískil inniber nýggja privatkundastrategi okkara eitt nú, at vit í enn størri mun skulu møta kundunum har, teir vilja møta okkum. Vit fara sostatt at leggja okkum eftir at hava smidligari loysnir, sum skulu gera tað betri at vera kundi í BankNordik,” sigur Turið F. Arge, privatkundastjóri.

BankNordik niðurskriva goodwill við 468 mió. kr., úrslitið eftir skatt, hall uppá 221 mió. kr.

2015 var eitt sera hendingaríkt ár hjá BankNordik-samtakinum. Roknskapurin fyri árið vísir, at niðurskrivingarnar eru lækkaðar, meðan inntøkurnar eru á sama støði sum í 2014. Leiðsla bankans hevur tó valt at niðurskriva goodwill við 468 mió. kr., og tí vísir úrslitið eftir skatt eitt hall á 221 mió. kr. Niðurskrivingin av goodwill er bert roknskaparteknisk og hevur tí onga ávirkan á gjaldføri, rakstur ella fíggjarligu styrki bankans.

BankNordik varð í 2015 tilnevndur SIFI peningastovnur og harvið fevndur av herdum kapitalkrøvum. Bankin hevur ein kjarnukapital á 13,9% samanborið við 11,8% í 2014. Sostatt er málið um ein kjarnukapital á 13% í 2019 longu rokkið. Hetta ber við sær, at bankin í framtíðini væntandi fer at gjalda ein størri part av úrslitinum út í vinningsbýti.

 Ársroknskapurin í stuttum
–        Rakstrarúrslitið er betrað við 49 mió. kr. upp í 194 mió. kr.

–        Niðurskrivingarnar eru lækkaðar úr 85 mió. kr. í 2014 niður í 20 mió. kr. í 2015

–        Útlán bankans eru økt við  183 mió. kr. samanborið við 2014

–        Innlán bankans eru økt við 76 mió. kr. samanborið við 2014

–        Gjaldførið samanborið við lógarkrav er 167%

–        Solvensur bankans er 16,8% samanborið við 14,8% í 2014

–        Goodwill er niðurskrivað við 468 mió. kr.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.