Home Fólk & Samfelag 700 fleiri løntakararar annað árið á rað

700 fleiri løntakararar annað árið á rað

by OML

Í november 2015 vóru 24.946 løntakarar. Gongdin seinastu tvey árini er, at tað eru lagstir um 700 løntakarar aftrat hvørt árið. Sostatt er afturgongdin, ið varð eftir fíggjarkreppuna í 2008, vunnin innaftur.

Tað var í 2007, at tað vóru flestir løntakarar, umleið 26.000. Men síðani fóru 2.500 løntakarar úr vinnu og botnurin var náddur í 2011 tá tað vóru um 23.300 løntakarar. Tað var ikki fyrrenn í 2014, at verulig framgongd varð aftur, og nú er komið aftur á sama støði, sum var undan fíggjarkreppuni, um 25.000 løntakarar.

Ársuppgerðin fyri løntakarar eru tølini fyri november, tá hildið verður, at ávirkan frá frítíð o.l. er sum minst.

Framgongd í øllum vinnubólkum

Tað vóru 24.946 løntakarar í november, 688 fleiri enn somu tíð undanfarna ár. Framgongdin er 2,8%. Framgongdin er í øllum vinnubólkum.

Í fiski-, ali- og aðrari ráevnisvinnu vóru tað 4.292 løntakarar í 2015, 168 fleiri enn árið fyri. Framgongin er 4,1%. Langtíðargongdin í fiski- og alivinnuni er, at alsamt færri hava sítt starv í hesum vinnugreinum. Men tað sær út til, at síðan 2008 hava tað verið um 4.200 løntakarar í fiski- og alivinnuni.

Í byggivinnuni vendi gongdin í 2013, og var tað framgongd fyri fyrstu ferð í 6 ár. Hendan framgongdin hevur staðið við síðan tá, og í fjør vóru 3.431 løntakarar í byggivinnuni, 231 fleiri enn í 2014. Framgongdin er 7,2% sum er størsti vøksturin í vinnubólkunum í fjør. Byggivinnan upplivdi eina uppgongd árini 2006 og 2007, tá tað táttaði í 4.000 løntakarar í byggivinnuni. Núverandi støði við umleið 3.500 løntakarum í byggivinnuni svarar áleið til tað, sum tað var í 2004 og 2005.

Tænastuvinnurnar, bæði privatar og almennar, høvdu samanumtikið minni framgongd enn framleiðsluvinnurnar. Í privatu  tænastuvinnunum vóru 8.214 løntakarar í 2015, 133 fleiri enn árið fyri, framgongdin er 1,6%. Privatar tænastuvinnurnar merktu eisini fíggjarkreppuna, men nú tað hevur verið støðugur vøksturin í fimm ár, fer at nærkast, at tað eru eins nógvir løntakarar nú, sum tá tað vóru flestir í 2007.

Í almennum tænastum starvaðust 9.009 fólk í 2015. Tað eru 156 fleiri enn árið fyri og svarar til ein vøkstur á 1,8%. Almennar tænastur vóru ikki so hart raktar av fíggjarkreppuni sum hinir vinnubólkarnir, og síðan 2008 hevur tað verið ein lítil vøkstur, so tað í 2015 fyri fyrstu ferð vóru meira enn 9.000 løntakarar í almennum tænastum.

Framgongd í øllum sýslum

Tað var framgongd í øllum sýslum í 2015. Í tali var størsta framgongdin í Streymoyar sýslu, men lutfalsliga var størsta framgongdin í Norðoya, Eysturoyar og Sandoyar sýslu, við ávikavist 3,8%, 3,6% og 6,5%.

Í Suðuroyar sýslu var at kalla ongin broyting. Har vóru 2.182 løntakarar í 2015, 12 fleiri enn árið fyri.

Stóru aldursbólkarnir ganga trivaligt fram

Tað eru fleiri løntakarar í øllum aldursbólkum.

Í aldursbólkinum 25 til 39 ár vóru 6.483 løntakarar í 2015, 287 fleiri enn í 2014. Framgongdin er 4,6%. Eisini í aldursbólkinum 40 til 54 ár var trivalig framgongd, har tað í 2015 vóru 8.080 løntakarar í aldursbólkinum, 171 fleiri enn árið fyri, ið er ein framgongd á 2,2%. Í hesum aldursbólkum er nógv størsti parturin av arbeiðsfjøldini, og tað er eisini í hesum aldursbólkum, at størvini oftast eru fulla tíð og varandi.

Millum ung 16 til 24 ár var talan um lítla framgongd, men alsamt fleiri pensjónistar verða løntakarar. Í 2015 vóru 1.132 pensjónistar løntakarar, 83 fleiri enn árið fyri og ein framgongd á 7,9%.

Tá tað eru góðar tíðir, er eftirspurningurin eftir arbeiðsmegi so stórur, at tey sum bert hava leyst tilknýti til arbeiðsmarknaðin, t.d. ung, koma í arbeiði. Hetta hendi í 2007, tá sera nógv ung høvdu arbeiði. Afturfyri var tað serliga tannáringar, sum merktu afturgongdina, og enn er tað so, at tað er bert lítil framgongd millum tannáringar. Hinvegin hava pensjónistarnir ikki merkt kreppuna á sama hátt, har tað hevur verið ein javnur vøkstur seinastu 10 árini, frá at fjórði hvør pensjónistur arbeiddi í 2005 til at nú er tað triði hvør. Í øllum hinum aldursbólkunum er arbeiðsvirkni væl hægri, har upp til 80% av aldursbólkinum eru løntakarar.

10% fleiri í bygging

Tá sæð verður burtur frá teimum smærri vinnugreinunum, har tað kann sveiggja nógv hvønn vegin, so var størsta framgongdin í fjør at finna í bygging. Í 2015 arbeiddu 1.792 fólk í bygging, og tað vóru 170 fleiri enn árið fyri, ein framgongd á meir enn 10%. Aðrar stórar vinnugreinar hava framgongd millum 5 og 8%, eitt nú fiskavøruídnaður og ali- og kryvjivirkið.

Nakrar av heilt stóru vinnugreinunum høvdu lítla afturgongd í fjør. Tað vóru 1.502 fólk í fiskiskapi, 12 færri enn árið fyri. Eisini í handli og umvæling vóru færri til arbeiðis, tað vóru 3.022 til arbeiðis í fjør, 9 færri enn í 2014.

Kynsbýttur arbeiðsmarknaður

Tað eru áleið eins nógvir løntakarar av hvørjum kyni, mannfólkini eru tó eitt sindur fleiri. Men tað er stórur munur á, hvar kvinnur og menn arbeiða. Kvinnurnar eru í stórum meiriluta í almennum tænastum, tað veri seg heilsu- og almannaverk og hjá kommunum. Hinvegin eru næstan bara menn, sum byggja, fiska og í smiðjufakunum.

Í øðrum stórum vinnugreinum er býtið meiri javnt, t.d. tá talan er um at skera fisk, fiskavøruídnaður, undirvísing ella í handil og umvæling.

Sjálvt um tað eru javnt býtt millum kynini tá talan er  um at verða á arbeiðsmarkanðinum, so vísa lønargjaldingarnar, at mennirnir vinna 60% av lønini meðan kvinnurnar vinna 40%.

Dagførd og útgreinað hagtøl eru at finna íhagtalsgrunninum.

Kelda: Hagstova Føroya

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.