14 C
Munich
torsdag, oktober 21, 2021

Rigmor Dam landsstýriskvinna á vitjan í Klaksvík

Must read

Hósdagin 4. februar 2016 var Rigmor Dam, landsstýriskvinna, á vitjan hjá Klaksvíkar kommunu, har Jógvan Skorheim, borgarstjóri, kunnaði landsstýriskvinnuna um ymisk aktuell mál av felags áhuga, sum partarnir síðan umrøddu.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, hevði bjóðað Rigmor Dam, landsstýriskvinnu til Klaksvíkar á vitjan, og hósdagin 4. februar 2016 hittust tey bæði til fundar í býráðshúsinum í Klaksvík saman við leiðandi embætisfólkum.

Saman við landsstýriskvinnuni vóru Poul Geert Hansen, aðalstjóri, og Bjarni Wilhelm, deildarstjóri.

Í løtuni eru fleiri verkætlanir á mentanarøkinum ávegis í Klaksvíkar kommunu.

Ein skúlasamanlegging er júst framd, og stór skúlabygging fer nú fram á Skúlatrøð. Nólsoyar Páls garður er ein onnur, sera forkunnug, verkætlan, sum góðar kreftir í kommununi hava tikið stig til. Fyrireikingarnar av Posthúsætlanini – framtíðar mentanarpallurin í Klaksvík – eru komnar væl áleiðis, og ferð er nú aftur sett á umvælingarnar av Faktorhúsunum úti í Klaksvík, sum í mong ár hava bíðað eftir tørni.

Landsstýriskvinnan og borgastjórin nýttu høvið at umrøða hesi og onnur mál av felags áhuga, áðrenn landsstýriskvinnan fór víðari á vitjan hjá nøkrum av stovnunum í Klaksvík innan hennara málsøki.

– Fyri okkum í Klaksvíkar kommunu hevur tað alstóran týdning at hava eitt gott samskifti og samstarv við landsstýrið, og tí fegnist eg um, at Rigmor Dam, landsstýriskvinna, vísir okkum tann ans, at hon setir tíð av til eina vitjan sum hesa, har vit fáa høvi at samskifta um mál av felags áhuga hjá kommununi og Mentamálaráðnum, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

 

Kelda: klaksvík.fo  08-02-2016

- Advertisement -spot_img

More articles

- Advertisement -spot_img

Latest article

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.