Home Fólk & Samfelag Borgarstjórin á virkisvitjan

Borgarstjórin á virkisvitjan

by OML

Tannlæknastovan PETRI lat upp á Sjúrðargøtu 20 í juni 2011. Klinikkin hevur nýggjastu og nýmótans útgerð, ið er við til at tryggja bestu viðgerð og góðsku. Klinikkina eigur Joan Petri Olsen, tannlækni.

Tær níggju, sum starvast her, leggja stóran dent á eitt tætt og jaligt samskifti við viðskiftafólkið, umframt á at yrkisliga dygdin verður sett í hásæti.. Tannlæknastovan Petri bjóðar allar vanligar tænastur innan tannrøkt, krúnur, brýr, protesir, plastfyllingar, kosmetiskar viðgerðir, bleiking, smærri tannrættingar, parodontosu, narkosu, kirurgi v.m.

Tær hava umframt drúgvar royndir og kunnu vísa á sera góð úrslit við parodontosu viðgerðum og tannlæknaótta.

Í løtuni eru tríggir tannlæknar á PETRI Tannklinikk, umframt at ein sertannlækni í kirurgi og ein serlækni í anæstesi (narkosulækni) eru knýttir at klinikkini. Fyri vanligu tannrøktini standa tveir sera dugnaligir tannrøktarar, og protesum tekur tannteknikarin sær av í tøttum samstarvi við tannlæknan.

Í gjár var borgarstjórin Heðin Mortensen á virkisvitjan á Petri. Móttøkan var góð og nógv var at práta um, nú tær ætla at byggja út í Sjúrðargøtu.

Kelda & mynd: torshavn.fo

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.