24.FO
Home Vinnutíðindi Kanska dugir nevndin at valsa

Kanska dugir nevndin at valsa

Valla hevði fiskimálaráðharrin sett sín arbeiðsbólk at fyrireika nýskipanir fyri føroyskan fiskivinnupolitikk, fyrrenn bólkurin — helst av óvart — traðkaði í ta publicitets dyllu hann annars vildi stýra uttanum; vónandi hendi eingin skaði.

Bui Tyril
Búi Tyril er ráðgevi í virkissamskifti og ritstjóri á Faroe Business Report. Hann hevur drúgvar royndir við fiskivinnuspurningum út frá vinnuligum og samfelagsligum sjónarmiðum, serliga í tíðinda- og samskiftishøpi. Master útbúgving frá Robert Gordon University, Aberdeen: MSc Corporate Communication & Public Affairs.

Búskaparfrøði ella ei, fyri ella ímóti uppboðssølu av veiðirættindum — tað er óheppið fyri eina nevnd sum skal fyrireika nýggja lóggávu um rættiliga kontroversiell viðurskifti, at leiðandi limir alment signalera læstar positiónir longu frá fyrsta degi. Hvat skal tað føra til, annað enn at lata upp fyri óneyðugari skeiklan av dygd í fundarvirksemi og øðrum nevndararbeiði, og harvið potentielt leiða til skeivar avgerðir?

Hetta er so ein arbeiðsbólkur sum má sigast at hava stórt trýst á sær í nógvar mátar — spjaðing og spenningar kring júst spurningar sum uppboðssølu av veiðirættindum og útlendska luttøku í fiskivinnuni hava leingi verið vaksandi. Um tað er nakað ein slíkur bólkur hevur tørv á so er tað góðar fyritreytir frá byrjan og arbeiðsfriður; avbjóðingarnar munu vera nóg stórar sum er.
Tí var tað ikki so hugaligt at síggja tann nýklakta formannin lata seg næstan heilt úr fyri opnum skermi, bara fyri at gera einum verti í KvF til lags og kanska markera egnar politiskar meiningar, um enn kamoufleraðar sum “búskaparfrøði” — formaðurin kundi eftir øllum at døma ikki lata vera við at siga at hann skilti sín arbeiðssetning soleiðis at uppboðssøla av veiðirættindum var ein sjálvfylgja. Her skuldi KvF givið eitt sindur av mótspæli, og tað eydnaðist eisini óbeinleiðis, umvegis videosamband við ein politikara, sum fegin vil síggja seld fiskirættindi finna vegin aftur til Vestmanna.
Mynd: Saltfiskaarbeiði á Vaðhorni, á Strondum. (Maria Olsen Photo)

 

- Advertisment -

Most Popular

Føroyar og USA styrkja samstarvið

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur í dag havt fund við amerikanska uttanríkisráðharran Mike Pompeo. Undir fundinum fegnaðust teir um góðu...

Eldur í bili í tunnilinum

Í kvøld umleið klokkan 20.30 kom eldur í ein bil í var á veg gjøgnum tunnilin millum Árnafjørð og Klaksvík. Nógvur roykur er frá...

Kommunuætlan til hoyringar

Kommunuætlanin fyri Tórshavnar kommunu árini 2020-2035 er til hoyringar, og tað er hon til 10. august í ár. Uppskotið til kommunuætlan ber til at lesa...

Stigvís avvenjing gevur besta úrslitið

Seinasta kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum vísti at 18% av føroyingum omanfyri 18 ár roykja dagliga. Nógv, sum roykja, ynskja at leggja av. Men tað kann...

Seneste kommentarer