Havnarbyggingin við Skansan – eitt sera stórt mistak

Eitt av innleggunum á mótmælistiltakinum á Reinsarínum 2. Januar í ár. Hetta skrivar Niels Midjord

Stendur tú mitt í onkrun, – í hesum føri ætlaðu havnarbyggingina við Skansan – kann tað vera torført at taka dagar ímillum, tí tú hevur so ilt við at fáa yvirlit yvir støðuna. Tá er hent at hava líknandi dømi at samanbera við.

Fari tí fyrst at umrøða tvey dømi, har líknandi havnarbyggingar eru framdar, og har tað tí ber til at eftirmeta, hvørjar avleiðingar- ætlaðar og óvæntaðar – tær hava havt fyri grannalagið.

Fyrst míni ambivalentu viðurskifti mótvegis Havsbrún.

Áðrenn Havsbrún varð bygt í 1964, var arbeiðsloysi í Fuglafirði. Handils og reiðaravirkini í bygdini vóru farin av knóranum, og hjá einasta arbeiðsplássinum, sum eftir var – trolaranum Ólavi Halga – gekst ikki væl. Tá tók sjálvsstýrislandsstýrið, ið tá sat, stig til at byggja eina sildaverksmiðju. Fleiri bygdir vóru um boðið, men fuglfirðingar bóru skjótt at. Saman við kommununi stovnaðu teir partafelagið Havsild og fingu virkið.

Virkið skuldi byggjast í fjørðuni beint undir húsunum hjá okkum, har eg kendi hvønn stein, og har vit plagdu at fanga krabbar, kruttungar og glasállar, og har vit róu við tunnuflakum. Eg minnist einki til, at eg var so keddur um tað, ella kanska fangaði eg ikki, hvørjar avleiðingarnar fóru at verða, tí hetta var spennandi. Nú kom ein nýggj og ljósari tíð við lívi og virksemi í bygdini. Í summarfrítíðini var eg sjálvur við til at byggja níggju kaiina suður úr verðandi kai, har virkið var staðsett.

Jarðløgdu nógvar vakrar urtagarðar og bygningar

Ein av fyrstu óvæntaðu avleiðingunum av, at Havsbrún var komið, var, at høvuðsvegurin í bygdini, sum samstundis er atkomuvegurin til havnarlagið, mátti rættast upp og breiðkast, so treylarar kundu koyra ótarnaðir til og frá.

Fuglafjørður var tá eyðkendur av sínum nógvu urtagørðum. T.d. vóru so nógv og stór trøð báðumegin vegin oman ímóti Mentanarhúsinum, at trækrúnurnar bóru saman uppi yvir vegnum. Flestu av hesum urtagørðunum vóru tá lagdir undir asfalt.

Eisini fleiri sethús, handlar, neyst og hjallar máttu so við og við lúta fyri vegnum. Og nú er allur hugnaligi miðbýurin burtur og tilsamans 56 bygningar eru tiknir niður fyri at geva pláss fyri havnarlagnum og tilkomuvegnum til havnarlagið.

So við og við rinu amparnir av Havsbrún meira og meira við, og í kjalarvørrinum av ampunum komu mótmælini frá grannalagnum. Skal ikki koma inn á allar amparnar av lukti, larmi og heilsuskaðiligum útláti, tí tað er ikk viðkomandi fyri hetta málið, men bara  nevna, at tað sum vit grannarnir høvdu stríðst fyri og gingið okkara oyðimarkargongd frá Heródesi til Pilatus við í 40 ár , tað varð rættað upp eftir tveimum árum, tá Havsbrún eftir kravi frá útlendskum kundum søkti um umhvørvisgóðkenning í 2002.

Rætta staðsetingin?

Havsbrún fekk eina buldrasliga byrjan.

Tá virkishøllin var reist, kom ein ódn og slættaði alt við jørðina, og høllin var ikki meira enn bygd uppaftur, so leyp ein skalvur úr Kirkjugjógv og feiðaði alt út á sjógv. Kanska var hetta ein ábending frá hægri maktum um, at virkið ikki var lagt á røttum staði.

Afturlítandi kann í hvussu so er sigast, at um Havsbrún av fyrstan tíð hevði verið lagt úti á Toftanesi uttarlaga á vesturarmnum á Fuglafirði árakað Kambsdal, so høvdu amparnir av virkinum ikki rakt bygdina á sama hátt. Somuleiðis hevði nýgerðin av vegnum til bygdina komið tann vegin, soleiðis at tunga ferðslan til havnarlagið ongantíð kom inn í bygdina, og høvuðsgøtan í bygdini við sínum urtagørðum og gomlu húsum hevði fingið frið.

Sorgarsøgan um vøgguna hjá føroyska sluppfiskiskapinum

Sama kann sigast um Varðan Pelagic á Tvøroyri. Um uppisjóarvirkið varð lagt á Drelnesi, so hevði virkið sjálvt fingið størri rásarúm og Tvøroyrar býur hevði sloppið undan ampunum av virkinum og av tungu ferðsluni til og frá. Og so hevði sorgarsøgan um pakkhúsini hjá handils- og reiðarafyritøkuni Thomsen ongantíð verið søgd.

Tann fyritøkan var vøggan hjá føroyska sluppfiskiskapinum. Úr henni spratt øðrumegin klubbin og nýggja kirkjan og hinumegin Fiskepigernes fagforening og Fylking, og so seinni føroyski javnaðarflokkurin.
Nú høvdu hugsjónarfólk í familjuni av sínum eintingum og uttan hjálp frá landi ella kommunu, sett øll pakkhúsini í stand at nýta til mentanarlig endamál, og so kemur Varðin Pelagic og oyðileggur alt!?

Ella tað var ikki Varðin Pelagic, men ein skjót avgerð hjá kommununi á Tvøroyri, sum ikki var nóg væl umhugsað til at taka fyrilit fyri avleiðingunum.

Tí hvørja ferð tú hoyrir argumentið um, at tú mást ikki fora framburðinum, tá er tað uttanumtos fyri at fjala útyvir vánaliga ella onga planlegging.

Eiga at hjúkla um gamla miðbýin
Um tú fert at vitja ein stórbý, so er tann áhugaverdi parturin av býnum altíð gamli miðbýurin. Orsøkin til hetta er, at har finnur tú farvegin eftir farnum ættarliðum. Og gevur tú tær far um tað, so kann hvørt húsið  sær siga sína søgu. Hetta er tað, sum skapar sálina í býnum.

Tað hava verið gjørdar nógvar royndir at skapa nýggjar býir. Milliardir av krónum hava verið nýttar til hetta endamál, og kendastu arkitektarnir í tíðini hava verið við so ella so, men eg kenni onga av hesum royndum, sum hevur eydnast. Tú fært kaldar, sterilar og einkisigandi býir burturúr, og grundin er, at teir hava onga sál, tí teir hava onga søgu.

Tí er tað, at býarstýrini í stórbýunum hjúkla um gamla miðbýin, og tá trýstið frá vinnuni verður ov stórt, verður vinnugreinin, sum væntar rásarúm, flutt út um býin. Í miðbýinum í Keypmannahavn eru t.d. 10-tals kilometrar av kajkanti, sum als ikki verða brúktir sum havnaøki longur, tí bingjuhavnin er flutt norður um býin.

Hetta átti eftir mínum tykki langt síðan at verið gjørt í Havnini.

Kaldbaksfjørður væl egnaður til nýggja havn
Viðlagt er eitt uppskot, íð eg havi fingið hendur á, og sum vísir eitt havnarlag, sum er lagt á gáttinia við munnan á Kaldbaksfirði árakað Sandvíkarkjalla. Tað er um 400 metrar frá ætlaða tunnilsmunnanum til Skálafjarðartunnilin og um 30 metrar frá landsvegnum til Kollafjarðartunnilin. So mikið langt frá, har fólk búgva, at skip og virksemið á havnarlagnum ikki skuldu órógva nakran.

Her er ein 900 metrar langur kaikantur lagdur fram við landi úti á um 10 metra dýpi í meðal, og við 100 metra breiðari bryggju innanfyri. Út ímóti Tangafirði er havnarlagið vart av einum um 400 metra langum brimgarði, sum gongur í buð og bendir havalduna og innsúgin til viks og burtur frá sjálvum havnarlagnum. Hesin brimgarðurin røkkur út á 25 metra dýpi.

Út frá brimgarðinum, 40 metrar frá bryggjuni fram við landi og javnfjarur við hana er lagdur ein 375 metrar langur moli við atløgubryggju báðumegin. Tilsamans verða soleiðis 1.650 metrar av atløgubryggju.

Við innara endan er havnarlagið vart av einum gott 200 metra longum brimgarði at taka ímóti útsúginum. Hesin brimgarðurin røkkur út á 20 metra dýpi.

Fyrimunir við at flyta byngjuhavnina út um býin

Hvat hevði Havnin vunnið við at sleppt útbyggingina av bingjuhavnini við Skansan og flutt hana út um býin?
Hon hevði vunnið tað, at bingjuhavnin hevði fingið fríðari ræsur at virka undir og størri útbyggingarmøguleikar, og at bíligari hevði verið at bygt, tí tilfarið til byggingina fæst á staðnum.

Og hon hevði vunnið tað, at miðbýurin hevði sloppið undan øllum vansunum, sum standast av økta virkseminum á havnarøkinum, og sum eru nevnd í dømunum frammanfyri.

Ikki minst tað, at meginparturin av tungu ferðsluni hevði verið hildin uttan fyri býin.

Tú kanst siga, at tað verður tunga ferðslan longu, tí hon verður leidd eftir vegnum yviri við Strond, men vegurin yviri við Strond hevur frá gamlari tíð verið eitt rekreativt øki, har havnarfólk vanliga gingu túr.

Í táttinum ”Nú gerast kvøldini myrk og long” verður sagt: ”So vinarliga hond í hond, vit undan fólkinum renna og steðga forpøst har yviri við Strond”. Og í sanginum ”Hví” hjá Faroe Boys verður sagt:”So yvir við Strond ein túr gekk eg mær”.

Økið Yviri við Strond er so mikið náttúruvakurt, at eg ivist ikki í, at um tunga ferðslan fór av vegnum har yviri, hevði økið aftur verið til tað rekreativa økið, tað fyrr var, og at tað tá hevði verið tað økið í Havnini, har tey dýrastu grundstykkini lógu.

Bæði Havnin og Føroyar gerast fátækari
Og so aftur til Skansan. Ein skansi var settur soleiðis, at hann kundi verja innsiglingina til eina havn. Verður Skansin innibyrgdur, hevur hann tí einki við skansa at gera, og helmingurin av søguliga virðinum er farið av honum. Og Havnin og alt Føroya land er vorið fátækari.

Í táttinum ”Gentukæti” verður sagt: ”Við Havnarskansa hvíla vit, tað yndiga stað, vit sita har so fegin til alljósan dag”. Tað verður kanska ikki so yndugt longur at sita har og hyggja at bingjum.

Niðurstøða:

Samanumtikið kann sigast at meginreglan er:

  1. at hjúkla verður um gamla miðbýin, soleiðis, at tá trýstið frá vinnuni verður ov stórt, verður tann vinnugreinin, sum væntar rásarúm, flutt út um miðbýin.
  2. at tunga ferðslan verður hildin uttan fyri gamla miðbýin og uttan fyri íbúðar- og rekreativ øki.

Tvey dømi hava verið nevnd, har hendan meginreglan ikki er fylgd, og greitt hevur verið frá, hvørjar fatalar avleiðingar hetta hevur havt fyri hesar bygdir.

Tú kanst kanska bera yvir við, at ein bygdarkommuna við lítlari tekniskari umsiting kann taka fatalar, illa umhugsaðar avgerðir, men at Havnar kommuna við síni stóru og vælvirkandi teknisku umsiting absolutt skal gera somu stóru mistøk, tað skilji eg ikki.

Niels Midjord.

(Myndatekstur)
Á hesum kortinum sæst, hvussu ein nýggj bingjuhavn hjá Tórshavna kommunu kann staðsetast í Kaldbaksfirði, tætt við munnan til Eysturoyartunnilin.