Home Fólk & Samfelag Kynslig brotsverk á breddan

Kynslig brotsverk á breddan

by OML

Neyðugt er við greiðari lóggávu, tá tað ræður um kynslig brotsverk. Tí arbeiðir landsstýrið í løtuni við at dagføra revsilógina. Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur lagt málið fyri landsstýrið og hevur fingið undirtøku fyri at arbeiða við málinum.

-Harðskapur móti kvinnum er ein heimsumfatandi trupulleiki. Tað er eisini ein stórur trupulleiki í Føroyum. Tað er skakandi at hoyra um mongu føroysku kvinnurnar, sum seinastu dagarnar hava havt dirvi til at fortelja sína søgu um kynsligan ágang og neyðtøku. Landsstýrið tekur trupulleikan í størsta álvara, sigur Aksel V. Johannesen, sum umsitur lógarmál í landsstýrinum.

Løgmaður arbeiðir við at broyta fleiri ásetingar í revsilógini um kynslig brotsverk. Broytingarnar hava í høvuðsheitum við sær, at:

  • Reglurnar um neyðtøku verða víðkaðar til eisini at fevna um samlegu við ólógligum tvingsli og at útnytta eina hjálparleysa støðu hjá órættaða umframt samlegu við barn undir 12 ár.
  • Persónur, sum er dømdur fyri seksuelt misbrúk av børnum, kann fáa álagt ikki at seta seg í samband við børn, sum viðkomandi ikki kennir, gjøgnum alnótina.
  • Fyrningarfreistin fyri revsiábyrgd fyri seksuelt misbrúk av børnum byrjar frá tí degi, tá órættaði fyllir 21 ár. Hetta verður eisini galdandi fyri blúnisbrot av børnum undir 15 ár.
  • Kriminalisering av seksuellum sambandi við ættleidd børn verður síðustilla við seksuelt samband við biologisk børn.
  • Misbrúk av sinnissjúku, menningartarni ella hjálparleysari støðu hjá órættaða og grovt misbrúk av arbeiðsligum ella fíggjarligum bundinskapi verður víðkað til eisini at fevna um seksuelt samband í hjúnarbandi.

Ætlanin er, at lógararbeiðið skal vera liðugt í vár. So skal endaliga úrslitið sendast til avvarðandi partar til hoyringar, og málið er so at leggja uppskotið fyri Løgtingið eftir ólavsøku.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.