Havstovuárið 2015

Nú árið 2015 júst er farið afturum, kann vera hóskandi í stuttum at taka saman um arbeiðið hjá Havstovuni – at tæna okkara høvuðsvinnu.

Uppsjóvarfiskur
Uppsjóvarfiskur hevur sjálvsagt merkt virksemið á Havstovuni nógv í farna ári. Tríggir rannsóknartúrar blivu gjørdir í samstarvi við skip frá øðrum strandarlondum: Í apríl kannaði Magnus Heinason svartkjaft sunnanfyri, í mai kannaði hann sild norðanfyri og í juli bleiv Christian í Grótinum leigaður at kanna makrel norðanfyri. Á øllum trimum túrunum blivu kanningar av sjógvi og æti eisini gjørdar. Eisini eru aðrar styttri kanningar gjørdar av sild í føroyskum sjógvi, umframt at prøvar støðugt eru tiknir av veiðuni hjá fiskiskipum. Úrslitini eru grundarlag undir stovnsmetingum og tilmælum til myndugleikarnar.

Seinastu stovnsmetingarnar vístu, at makrelstovnurin framvegis er væl fyri. Tilgongdin tykist at vera nakað lægri enn árini frammanundan, men óvissan um tilgongd hjá hesum fiskaslagi er rættiliga stór. Svartkjaftastovnurin hevði árini herfyri eitt tíðarskeið við vánaligari tilgongd og minkandi stovnsstødd. Tilgongdin er nú batnað og stovnurin vaksin og er væl fyri. Sildastovnurin hevur hesi seinastu 6 árini verið í støðugari minking, vegna vánaliga tilgongd síðani 2006. 2013 árgangurin sær út til at vera heldur frægari, og vónandi fer hann at síggjast aftur í gýtingarstovninum, tá tann fiskurin er kynsbúgvin.

Uppsjóvarstovnarnir eru felags ogn saman við hinum strandarlondunum. Avtala er um býtið av makrelinum, og samráðingar eru millum strandarlondini um nýggjar býtisavtalur um silda- og svartkjaftastovnin. Vísindaligt tilfar hevur stóran týdning í hesum samráðingunum, og Havstovan er fakligur stuðul hjá føroyska samráðingarleiðaranum.

Botnfiskur
Hesi seinastu árini hevur upsi verið okkara høvuðsbotnfiskaslag undir Føroyum. Tilgongdin hevur verið miðal og yvir miðal seinastu árini. Serliga var 2011-árgangurin góður, og stovnurin er í vøkstri. Havstovan mælti til óbroytt fiskidagatal fyri fiskiárið 2015-2016. Fiskiskapurin er góðkendur sum burðardyggur av MSC.

Longustovnurin hevur verið í vøkstri í fleiri ár og er væl fyri. Stovnsmetingar verða ikki gjørdar av brosmu, men veiðan í mun til royndina hjá línuskipunum er lítið broytt. Hetta bendir á, at stovnurin er rættiliga støðugur.

Gulllaksastovnurin er minkaður nakað í seinastuni, men er tó ikki illa fyri. Hetta er einasti fiskiskapur, ið er stýrdur við kvotum og fiskiskapurin hevur góðkenning sum burðardyggur av MSC.

Fleiri av botnfiskastovnunum, ið serliga halda til á innaru landgrunsleiðunum, hava verið illa fyri í nógv ár. Fiskiskapurin eftir flatfiski hevur hildnast illa, og veiðan av toski og hýsu hevur verið sera lítil í nógv ár. Tilgongdin hevur svikið og stovnarnir eru smáir. Í tey meira enn 100 árini við veiðuhagtølum, er hetta nógv tað longsta tíðarskeiðið við vánaligum fiskiskapi av toski og hýsu.

Yngulkanningarnar á Landgrunninum vístu nakað meira av hýsuyngli í 2015 enn tað hevur verið í fleiri ár. Í fleiri av hinum fiskasløgunum var ein lítil bati at síggja, tó at nøgdirnar ikki vóru stórar.

Yngulkanningarnar á Føroyabanka í 2015 vóru sera spennandi. Stór framgongd var í nøgdunum av bæði toska- og hýsuyngli. Eisini var væl av góðum æti til yngulin. Spennandi verður at síggja, hvussu fer at hildnast á Bankanum.

Havstovan er farin undir at kanna fiskin á djúparu havleiðunum nærri. Yvirlitskanningar verða gjørdar og serliga er stórt arbeiði lagt í at økja vitanina um longu og brosmu. Onnur sløg, m.a. blálonga, standa nú fyri tørni.

Hav- og vistskipanir
Havstovan hevur í fleiri ár tikið lut í stórum altjóða granskingararbeiði av havfrøðini í Norðuratlantshavi, og 2015 var einki undantak í so máta. Streymkanningar verða gjørdar og eisini verða aðrar kanningar av sjónum og av æti gjørdar. Kanningarnar hevur stóran týdning í arbeiðinum at skilja tað sum fyriferst á opnu havleiðunum, herundir umhvørvið hjá uppsjóvarfiski.

Liviumstøðurnar í sjónum eru sjálvsagt avgerandi fyri tilgongd, vøkstur og útbreiðslu av fiski, so umráðandi er at skilja hesi viðurskifti so væl, sum til ber. Gróðurin av plantuæti á Landgrunninum kom sera seint í 2015. Men tá hann so kom, var hann góður. Nøgdirnar av djóraæti á Landgrunninum hava hesi seinastu árini verið í lagi, men síðani 2010 hevur mest verið av einum slagi, ið verður mett at vera vánalig føði hjá m.a. yngli og nebbasild.

Á víðum havi (har uppsjóvarfiskurin tekur tað mesta av ætinum), vóru nøgdirnar nakað undir miðal í 2015.

Gransking og førleikamenning
Samanlagt luttók Havstovan í 19 ymiskum granskingarverkætlanum í 2015. Verkætlanirnar eru fíggjaðar av fiskivinnuni, ES-granskingarsamstarvinum, donsku stjórnini, Fiskivinnuroyndum, Granskingarráðnum og yvir játtanina á fíggjarlógini.

Havstovan hjálpir fegin granskarum við PhD og MSc-lesandi við verkætlanum, vegleiðing, arbeiðs-umstøðum og at finna fígging. Í løtuni eru tríggir granskarar á Havstovuni í PhD-útbúgving. Hesi eru øll innskrivað á Fróðskaparsetrinum.

Rannsóknarskipið
Í farna ári samtykti Føroya Løgting einmælt at leingja verklagslógina um bygging av nýggjum rannsóknarskipi.

Útbjóðingartilfarið, ið hevur ligið síðani mars 2012, verður nú dagført við tí endamáli at bjóða byggingina út í ár.

Kelda: hav.fo

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.