Føroyar eiga at taka móti flóttafólkum, men vit eru ikki til reiðar enn

0
594
Poul Michelsen, uttanríkis- & vinnumálaráðharri

Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum hevur svarað § 52 fyrispurningi frá Kristinu H. Clementsen um flóttafólk. Í svarinum segði landsstýrismaðurin, at Føroyar eiga at taka móti flóttafólkum, tí vit hava eina moralska skyldu sum partur av heimssamfelagnum. Sjálvbodna arbeiðið og innsavningar hjá hjálparfelagsskapum vísa eisini, at viljin at hjálpa neyðstøddum úti í heimi er stór millum føroyingar.

At taka móti flóttafólki og integrera útlendingar er ein stór og avbjóðandi ábyrgd fyri eitt hvørt samfelag. Tað er tí alneyðugt, at vit skipa og tillaga okkara tænastur so skynsamt sum gjørligt, og eisini eftir føroyskum viðurskiftum. Tí er mest skynsamt føroyingar yvirtaka og umsita útlendingaøkið. Landsstýrið er farið undir at kanna hvat skal til fyri at yvirtaka útlendingaøkið og taka ímóti flóttafólkum, og hvussu vit kunnu skipa hetta økið. Tær neyðugu fyrireikingarnar mugu gerast, tí ein tilvildarlig og ófyrireikað avgerð um at taka flóttar í dag kann fáa óhepnar sosialar fylgjur fyri okkum sum samfelag og okkara hugburð til flóttafólkaspurningin framyvir.

Men tað er ein politisk avgerð um Føroyar skulu taka móti flóttafólkum. Tá uppskot til yvirtøkuleist av útlendingaøkinum verður lagt fyri Løgtingið, inniheldur hesin eisini eitt uppskot um, hvussu ein flóttafólkatilbúgving kann skipast í Føroyum, sum løgtingið síðani skal taka støðu til.

Sí: Svar uppá fyrispurning frá Kristinu Heðinsdóttir Clementsen, løgtingskvinnu, í løgtingsmáli nr. 17/2015, viðvíkjandi flóttafólki.