Home Fólk & Samfelag Námsfrøðingar

Námsfrøðingar

by OML

Vit søkja eftir námsfrøðingum at byrja 1.februar 2016.

1 námsfrøðing á 32 tímar um vikuna og

1 námsfrøðing á 26 tímar um vikuna, (Starvið er
tíðaravmarkað fyri námsfrøðing í barsilfarloyvi og verður tískil
sett í tíðarskeiðinum 1.februar 2016 – 11. januar 2017)

Arbeiðstíðin er ímillum 7.30 og 17.15

Størvini eru at arbeiða við børnum frá 0 til 7 ár

Lønar- og setanarviðurskiftir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, lønarstig 11 / 18.

Meira fæst at vita við at venda sær til  leiðaran Marjun Lassen á tlf. 455557 / 212557 ella varaleiðaran Dianu Bertholdsen á tlf. 235554

Um ongin námsfrøðingur søkjir, vera hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.

Setunarsamrøður verða í viku 4.

Skrivlig umsøkn við prógvi, ummæli, o.ø skal verða okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 24.januar 2016 kl. 18.00.

 

Dr. Margrethu Barnagarður

Gerðagøta 12

F0 – 700 Klaksvík

T-post margretha@margretha.fo

Les meira um stovnin á heimasíðuna www.margretha.fo

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.