Home Fólk & Samfelag Havstovan eigur at takið fiskimannin við uppá ráð

Havstovan eigur at takið fiskimannin við uppá ráð

by OML

Nú havi eg í tveimum greinum viðgjørt royndirnar hjá Magnus Heinason, men eg fari í hesi grein, at útgreina meira, hvønn týdning óljóð kann hava.

Eyðun Hansen, Vestmanna

Eyðun Hansen

Havstovan skrivaði 7 des. Í fjørð soleiðis um ljóðkanningar .“Ljóðkanningar kunnu sjálvsagt gerast, men ljóðið á hesum skipi er tað tað er og kann neyvan broytast stórvegis. Heldur ikki geva ljóðkanningar upplýsingar um, í hvønn mun ljóðið frá skipinum ávirkar fiskin.”

Eg má siga, at eg eri eitt sindur skelkaður av, at Havstovan leggur so lítlan týdning í hvat avleiðingar óljóð kann hava á fiskaríið hjá einum trolara. Eg havi nú savna nøkur dømir um samanhang millum óljóð og fiskarí hjá skipum. Nærum allir trolarar, sum veiða upsa, tosk og hýsu hava havt trupulleikar av óljóð.

Tá eg sigldi við Grønanesi, sum partrolaði við Vestmenningi, og skipini vóru uml. 3-4 ár, fingu vit trupulleikar. Veiðan minkaði munandi í mun til aðrar trolara á leiðini. Vit kannaðu breitlar, trol o.a., men alt vísti seg at vera ílagi. Eftir var bert, at kanna fyri óljóð, og vit fóru inn á Hulk. Royndirnar verða gjørdar á tann hátt, at ljóð verður gjørd við ymsum snúningum á motorinum og ymsum stigningum á skrúvuni. Tað vísti seg at baði skipini larmaðu og tí var fari á beding. Tað einast, ið var funnið, var eitt sindur av teringi á skrúvunum, hettar bleiv afturgjørt og men vóru ivingarsamir um hettar kundi hava havt tað stóru ávirkanina, men ljóðroynd bleiv gjørd aftur og larmurin var burtur og tá vit komu út millum hini skipini aftur – var veiðan á sama støði, sum hjá hini skipunum.

Hettar bleiv ein afturvendandi trupulleiki, men tá man nú kendi trupulleika, var fari beint á beding fyri at gera tað í gerast skuldi.

Radioservice stóð fyri at gera ljóðroyndirnar, og tær blivu altíð gjørdar 100 favnar út frá bryggjuni á Hulki, hettar fyri at kunna samanbera royndirnar. Tað vóru fleir trolarar, ið høvdu trupulleikar av óljóði.

Eg tosaði við ein man sum hevði siglt við Jóanes Fonsdal, í tíðarskeiðinum 63-65, hann segði, at teir fingu fisk á djúpum vatni, men komu teir grunt fingu teir einki í. Tað var so gali at hinir trolararnir hildu avstand frá Fonsdal, tí eingi fiskur var í nánd  av Fonsdal. Hann nevndi eisini, at trolarar við dampmaskinu, fingu meira fisk, enn aðrir, á grunnum vatni.

Vesturbúgvin og Fram, sum vóru bygdir í 78. Í 1985 høvdu teir verið til umvæling í Danmark, har var nógv gjørt við skipini, millum annað vóru skrúvurnar umvældar og sóu út sum nýggjar, men tá ið teir fóru til fiskiskap, fingu teir lítið av fiski. Teir kannaðu útgerðina, men har var ongin feilur at finna. So bleiv tikin ljóðroynd, hon vísti at Vesturbúgvin larmaði, men hvar larmurin kom frá, var ringt at siga, teir fóru á beding, har teir skiftu um skrúvubløð, so aftur at taka ljóðroynd, tá var larmurin komin yvir á Fram. Skrúvan sá út sum nýggj, so teir spurdu nógv fólk, hvat ið kundi verða galið. Tá segði onkur frá Norsk Veritas, at nakað kallaðist “syngende propell” og teir fingu eina tekning fyri at slípa av skrúvu bløðunum, tá bleiv óljóði burtur.

Snoddi hevði eisini trupulleika av “syngende propell”, tá ið hann var nýggjur. Tá komu fólk úr Norra fyri at kanna og umvæla skrúvuna. “Syngenge propell”. Sí google

Teir fyrru Polarhav og stjørnan, sum komu á heysti 90 fingu væl av fiski í byrjanini, á djúpum vatni. men á várið í 91, tá fiskurin fór grunt, bar einki til. Teir tóku so ljóðroynd, og tað vísti seg at óljóð kom frá dysuni og róðrinum, har ongin olja í. Eftir at olja var fylt á var óljóði burtur, og teir fingu nógvan fisk.

Vestmenningur og Fram, fingu trupulleikar seinasta túrin undan jólum í 2008. Tað var gott fiskarí, men mitt á túrinum, fingu teir ongan fisk, sjálvt um hini skipini, sum teir royndu saman við, høvdu sama góða fiskarí. Teir fóru inn og froskmaður for niður, tá vísti tað seg at ein sink klossi, sum var festur á róðri var leysur, Hann bleiv festur aftur, so var fari út aftur, bert fyri at vita um nakað var broytt, teir høvdu eitt gott hál og sóu at nú var í ordan, fóru so inn at landa áðrenn jól. Og næsta árið royndist væl.

Tað er eisini hent fleiri ferð, at sink, sum eru sveisaði á róðri hevur givið óljóð og eru síðani flutt, og óljóði er blívi burtur

Jaspis og Ametyst, vóru á beding í Danmark 2007, teir vóru nakrar túrar aftur til fiskarí, men hildu at teir fingu alt ov lítið av fiski. Froskmaður kannaði skrúvu og róður, men fann einki. Teir fóru aftur til fiskiskap, men líti bar til, í mun til hini skipini. Froskmaður var aftur boðsendur og hann leitaði leingi, at enda fann hann lítla jarnplátu á øðrum skipinum, sum var sveisað á aftarlaga skrokkin, sum hol var bora í. Hon var sveisa uppá, í samband við arbeiði í Danmark. Teir tá komu til fiskarí aftur, fingu teir tað sama sum onnur skip.

Aftur á heysti í 2011 høvdu Jaspis og Ametyst trupulleikar eftir at teir høvdu veri á beding. Teir drupu ikki livandi, tá teir fóru út aftur. Í februar 2012 fór froskmaður niður og sá tá 3 kongar á róðrinum, Róðri hevði verði av, tá teir vóru beding og tá vóru 3 kongar sveisaðir á, og ikki skornir av aftur.

Kongarnir blivu skornir av og tá ið teir fóru til fiskarí aftur, fingu teir tað sama sum onnur skip.

Ein Norskan trolara, sum royndi við dupult trolið, men trolini vóru sera tung at sleipa, so neyðugt var hava meira enn 70% stigning á skrúvuni. Teir fingu alt ov lítið av fiski. Teir vistu eisini frá ljóð royndum, at skipið for at larma tá ið stigningurin á skrúvuni bleiv so nógvur.

Teir fingu Vónina, at gera teimum tvey lættari trol, og við nýggju trolunum nýttust teir ikki at hava so høgan stigning á skrúvuni og tá fingu teir líka nógvan fisk sum onnur skip sum fiskaðu við dupult trolið.

Lerkur og Rókur sum vóru keyptur til Føroyar í 2007. fingu minni í enn hini skipini, tá ið teir fiskaðu á grunnum vatni. Aftaná nakrar túrar uppdagaðu teir, at ongin olja var í róður dysuni, tá gevur hon nógvan larm, so var bora hol í dysuna so at sjógvur kom inn í róður dysuna. Tá bleiv fiskaríi í ordan, seinri fóru teir á beding og olja bleiv fylt í.

Tað eru eisini fleiri dømi um búsningar á róðrum, sum eru slitnir og hava givið óljóð, tað eru serliga Becker róður, tí har eru fleiri lið sum slítast. Lensipumpur, el motorar, gear, o.a. Kann eisini geva óljóð og styggja fiskin. Óljóð hevur eisini minni  ávirkan á fisk, tá ið illveður  er.

Tað eisini fleiri dømir, um snellubátar, sum ikki hava fingið fisk fyri óljóði. Tá er tað ikki óljóð frá skrúðini. Men ljósmotorar, hydraulikkur og annað sum kann larma.

Onkrir snellubátar, hava sett bildekk føst í dekki ella uppi á stýrihúsinum og ljósmotorar omaná bildekki, fyri at tað skal  verða so ljóðleyst sum møgulig tí at ljóð ávirkar fiskaríið so nógv.

Teir sum royna við snellu, ansa eisini væl eftir, at teir ikki missa loddi niður í bátin, tí tað kann føra við sær, at teir missa kenni.

Tað er eisini vælkent,  at skip sum skjóta seismikk styggja fisk.

Men eg veit ikki hvat fyri frekvensur, styggir fisk mest.

Nú er tað eisini sjótek sum tekur ljóðroyndir

Vestmanna 22 12 2015

Eyðun Hansen

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.