Nýggjársrøða løgmans gamlaárskvøld 2015

0
817

Gott kvøld føroyingar.

– Áðrenn vit hittast næstu ferð, skulu tit hava hjálpt minst trimum fólkum.

Hetta var heimaarbeiðið, sum ein kristnilærari í einum sjeynda flokki í Føroyum herfyri gav sínum næmingum. Hvør teirra skuldi hjálpa minst trimum fólkum.

– Tit skulu hjálpa, uttan at tey hava biðið tykkum um tað. Tit skulu sjálv meta um, hvør hevur tørv á tykkara hjálp. Og tit skulu gera tað uttan at fáa nakað afturfyri.

Eina viku seinni hevði flokkurin aftur kristni. Og tá høvdu tey øll gjørt okkurt gott fyri minst trý fólk.

Smáir gerningar, sum gleddu, sum fløvaðu og munaðu.

Næmingarnir lærdu, at øllum tørvar hjálp av og á.

Tey lærdu at síggja tørvin.

Og at gera sítt.

***

Tíverri liva vit í eini tíð, har rákið er eitt annað.

Eini tíð, har menniskjað hevur lyndi til at taka heldur enn at geva.

Eini tíð, har vit krevja meira, samstundis sum vit vilja lata minni.

Vit eiga at vera tilvitað um hetta rákið. Og sum kristnilærarin, eiga vit at minna hvør annan á, at øllum tørvar hjálp viðhvørt.

Tí mugu øll, sum kunnu, taka eitt tak.

***

Tíbetur eru nógvir føroyingar, sum gera júst tað. Einstaklingar, felagsskapir, fyritøkur og samkomur gera dagliga eitt stórt arbeiði.

Tey bera fíggjarliga sperdum mat. Vitja tey einsamøllu. Hjálpa neyðstøddum úti í heimi. Geva fólki við skerdum møguleikum ein kjans. Hjálpa útlendingum at finna stevið í samfelagnum.

Nógv fólk geva av sínum ríkidømi og sínari tíð, har tey síggja ein tørv.

Tey bíða ikki, til tey verða biðin um hjálp. Og tey gera tað ikki fyri at fáa nakað afturfyri.

Hetta verður gjørt av heitum hjarta.

Heitu hjørtuni eru grundarsteinarnir undir okkara vælferðarsamfelagi. Aldagamla føroyska grundhugsanin um, at vit mugu tryggja tey veikastu, hevur altíð staðið sterk millum føroyingar. Hon er eisini lagað inn í okkara skipanir ígjøgnum fleiri ættarlið.

***

Ommur mínar vóru tannáringar undir trongu korunum í tretivunum. Blaðungar noyddust tær út at arbeiða. Kreppuárini í hálvtrýssunum vóru eisini hørð. Men tá fóru føroyingar at ressast – fólk vildu ikki bara yvirliva, tey vildu liva.Fólkapensjónin og aðrar sosialar skipanir vórðu settar í verk fyri at skapa javnað og tryggleika.

Mamma er fødd í ‘46. Hon hevur níggju systkin, mammu, sum gekk heima, og pápa, sum var útróðrarmaður. Korini vóru trong, og hvør mátti gera sítt at metta allar munnar. Í trýssunum, tá ið mamma var hálvvaksin, vórðu heilsuverkið, skúlaverkið og almannaverkið bygd út og ment.

Eg eri føddur í ‘72. Tá ið eg vaks upp, gjørdust kvinnurnar veruliga politiskt virknar. Kring allar Føroyar vórðu ellisheim, røktarheim og dagstovnar bygd. Seinast í fýrsunum varð Samhaldsfasti settur á stovn. Ein solidarisk eftirlønarskipan, sum tryggjaði táverandi, núverandi og framtíðar pensjónistum ein tryggan aldurdóm.

Nógv tøk eru tikin fyri at tryggja vælferðarsamfelagið. Tað ger, at eg havi kunnað livað mítt lív, sum eg havi viljað. Vit hava fingið frælsi at evna okkara egna lív.

Frá ættarliði til ættarlið – frá ommunum, til mammu og til mín –  eru Føroyar vorðnar eitt betri samfelag. Ikki eitt lýtaleyst samfelag, men eitt samfelag, sum vit kunnu vera errin av.

Júst tí øll hava gjørt sítt besta fyri at tryggja eftirkomararnar.

Og tá eg síggi mínar egnu synir vaksa upp, síggi eg eitt samansettari og fjølbroyttari ættarlið, sum eisini fær stórt frælsi og møguleikar. Heimurin liggur opin fyri teimum.

***

Men júst opni heimurin er eisini tað, sum kann ávirka framtíð teirra mest.

Í løtuni skolar óttin inn yvir Evropa. Óttin spríkir úr tonkum okkara, seyrar í túnatosinum og floymir yvir á sosialu miðlunum.

Kríggið hevur breitt seg til Evropa. Vit kenna ikki fíggindan, sum drepur tilvildarlig fólk.

Samstundis streyma flóttafólk henda veg úr Miðeystri. Fólk í neyð. Fólk við sama fígginda, sum vit.

Hvat gera vit?

Girða vit okkum inni við okkara góðu skipanum og góða lívi? Lata vit óttan ráða?

Ella vilja vit gera mun? Eftir førimuni?

Angela Merkel er júst kosin til ársins persón í 2015. Orsøkin er, at hon stendur við sítt og við tey virðini, sum vit í mong ættarlið hava hildið hátt. Men sum vit nú av berum ótta hava hug at víkja undan.

Angela Merkel stendur fyri hvøssum atfinningum og sigur: Vit loysa trupulleikarnar við at arbeiða saman. Megnaðu vit at bjarga bankunum – kunnu vit eisini bjarga fólkunum.

Føroyar mugu eisini standa saman við hinum londunum í Evropa. Vit mugu gera mun eftir førimuni, júst sum kristnilærarin lærdi næmingarnar.

Ja, vit eru smá. Men vit mugu framvegis gera okkara.

Komandi ættarlið skal ikki læra, at frælsi bara er týdningarmikið viðhvørt. Ella at vit bara eiga at hjálpa og gera mun viðhvørt.

Vit mugu leggja niður í okkara børn, at fyri okkum føroyingar eru somu virði galdandi burturi, sum heima. Í góðum og í ringum tíðum. Tað er tað, sum undanfarnu ættarliðini hava stríðst fyri.

Øll mugu gera sítt.

***

Tí gerðirnar hjá sjálvt einum einstøkum føroyingi kunnu fáa ovurstóran týdning fyri mong túsund menniskju.

Anton Olsen úr Rituvík bjargaði meira enn 3000 flóttafólkum fyri 40 árum síðan. Einsamallur tók hann avgerðirnar og gav boðini. Skipið hjá flóttafólkunum sakk – tey kundu druknað. Men Anton Olsen gjørdi sítt.

Eisini Karolina Petersen av Toftum gjørdi sítt og tók á seg at bøta um korini hjá veikastu føroyingunum. Í 2016 eru 60 ár liðin síðan, hon stovnaði skúlan við Áir, sum Dugni nú rekur. Hon stríddist fyri arbeiði til einsamallar mammur, og hon stovnaði Sjúklingahotellið í Keypmannahavn.

Eisini Karolina Petersen hevur hjálpt fleiri túsund fólkum, sum høvdu havt munandi verri kor, gjørdi hon ikki sítt.

Anton og Karolina eru íblástur til okkum øll og ein áminning um, hví komandi ættarlið mugu verða uppald til at hjálpa.

Vit mugu krevja av okkara ungu, at eisini tey lata aftur fyri alt, tey fáa.

Tað er eitt rímiligt krav.

***

Tí eingin kann bara krevja.

Eg veit, at vælferðarsamfelagið kann gerast ein koddi, sum ger tað lætt at skúgva ábyrgdina frá sær. Yppa øksl. At gera tað øvuta av tí, sum Anton, Karolina og kristnilærarin læra okkum.

»Ger tína skyldu og krev síðan tín rætt«. Tað er sáttmálin millum einstaklingin og samfelagið.

Tí er tað ikki í lagi, at ung arbeiðsfør fólk siga nei til arbeiðstilboð, tí tey heldur vilja vera í ALS.

Tað er ikki í lagi, at ovurhondsríkar fyritøkur, ið skapa vinning úr føroyska tilfeinginum, aftra seg við at geva eitt sindur størri íkast til felagsskapin.

Tað er ikki í lagi, at fólk tilvitað svika við skatti ella á annan hátt tiltuska sær meira, enn tey hava rætt til.

Og tað er heldur ikki í lagi, tá ið tað almenna ikki umsitur hartvunnu skattakrónurnar við skili. At tað verður oyðslað við skattapengunum.

Tað er ikki at hava samábyrgd við øllum teimum, sum hvønn dag fara til arbeiðis og rinda sín skatt. Og hesin hugburður kann skjótt raka ein vin, okkurt skyldfólk ella okkum sjálv.

Tí vit vita, hvussu skjótt lagnan kann venda. Eitt arbeiðsóhapp, ein hjúnaskilnaður, ein sjúka – og lívið er kollveltandi broytt.

Brádliga kunnu tað vera vit, sum hava tørv á hjálp. Men hava vit tá ikki fyrst latið, hvussu skulu vit tá kunna krevja?

***

Herfyri lýsti ein sending í Kringvarpinum gerandisdagin hjá trimum monnum.

Róar Hansen, Suni úr Hørg og Emil Bjarnaskor fáa ikki longur verið við á sama hátt, sum vit onnur. Men treisknið og viljin hava borið teir langt. Og tað, teir vilja, er at gera mun.

Róar, sum hevur vøddasvinn, Suni, sum bleiv blindur, og Emil, sum fekk heilaskaða, hava allir brennandi ynski um at sleppa at arbeiða. At hava okkurt at fara upp til. At rinda aftur til felagskassan.

Allir tríggir vilja gera nakað munagott. Fyri felagsskapin. Fyri Føroyar. Eftir førimuni.

Eisini hesir tríggir menninir eru fyrimyndir.

Teir minna okkum í fyrsta lagi á rætta hugburðin. Í øðrum lagi á týdningin av at vera partur av felagsskapinum. Og í triðja lagi á, at tað snýr seg ikki bara um, hvør tín lagna er, men hvussu tú bert tína lagnu, og hvørja hjálp, tú fært at bera hana.

***

Nøkrum kann tað tykjast lítilsvert, sum vit hvør í sínum lag skulu lata.

Øðrum kann tað tykjast órímiliga nógv.

Men áðrenn nakar kann fáa úr kassanum, má okkurt vera at býta út. Tí mugu øll lata eftir førimuni.

Eingin ivi er um, at føroyska vinnulívið skapar arbeiðspláss og inntøkur, sum eru fortreytin fyri øllum sosialpolitikki. Tað skal nógvur fiskur dragast úr sjónum, tað skulu nógvar grundir stoypast, og nógv børn skulu ansast / fyri at hava ráð til vælferðina.

Samstundis er vælferðin fortreytin fyri bestu arbeiðsmegini. Ein góð vælferðarskipan er ein fortreyt fyri kappingarførari vinnu. Tað almenna og privata ganga hond í hond.

Og tí eru ymisku samfelagsbólkarnir ikki fíggindar, sum vit annars ofta kunnu fáa fatan av.

Tað eru vit, Føroya fólk, sum hava bygt hetta landið. Ikki vit politikarar; ikki vit vinnulívsfólk; ikki vit akademikarar; ikki vit loysingarfólk ella vit sambandsfólk, men vit, alt fólkið. Í felag.

Vit eru øll góð við okkara land.

Latið okkum tí ikki skapa óneyðugar gjáir. Vit mugu hjálpast at, og vit, sum orka, mugu styðja tey, sum ikki orka.

***

Kvøldið í kvøld ímyndar bæði ein enda – og eina byrjan. Gamlar siðvenjur – og broytingar.

Dýrabar minni – og ókenda gleði.

Vit vita ikki, hvat er í væntu.

Men styrkin við felagsskapinum er júst vissan um, at tá ið vit ikki sjálv orka at fara undir byrðuna, taka sterkari herðar við. Tað er vissan um, at vit ongantíð standa einsamøll, sama hvussu lívið rakar. Tað er vissan um, at saman við øðrum stendur sterkari.

Í felagsskapinum mugu øll gera mun. Og sum kristnilærarin so vísiliga lærdi sínar næmingar, so hava vit øll ábyrgd av at gera tað, vit kunnu.

Ímyndið tykkum eitt 2016, har vit øll dagliga seta okkum fyri at gera væl. Óttaleys og óspurd – og uttan at vænta okkum nakað afturfyri.

Ímyndið tykkum tað samfelag, vit so høvdu latið okkara børnum, tá ið tey taka við.

Míni ynski fyri 2016 eru, at vit vísa samanhald heldur enn sundurlyndi, og at vit samstarva heldur enn mótarbeiða.

Gott nýggjár. Gud signi tjóð okkara Føroyar.

Aksel V. Johannesen

Løgmaður