Home Fólk & Samfelag Pendling millum bústað og arbeiðspláss

Pendling millum bústað og arbeiðspláss

by OML

Tórshavnarøkið er stóra magnetin í pendlingini millum bústað og arbeiðspláss ella skúla. Hetta skrivar Hagstova Føroya á heimasíðuni.

Næstan helvtin – 46% – av øllum føroyingum yvir 14 ár pendla, t.v.s. ferðast millum bústaðin í heimbygdini ella heimbýnum og arbeiðsplássið ella skúlan í aðrari bygd ella øðrum býi. Men tað er ymiskt millum høvuðsøkini í landinum, hvussu javnvágin er millum fólk, ið pendla til, og fólk ið pendla frá.

Tórshavnarøkið skilir seg heilt burturúr. Tað er einasta økið í landinum, har nógv fleiri pendla til enn frá. Har eru 2.668, ið dagliga pendla til Tórshavnarøkið, og bert 466, ið pendla úr Tórshavnarøkinum til onnur øki í landinum. Tað er ein munur ella nettotilpendling á 2.202 fólk.

Í Norðoyggjum eru 174 fleiri, ið pendla frá enn til. Í Eysturoy eru 733 fleiri, ið pendla frá enn til. Í Streymoy annars (t.v.s. Streymoy uttan fyri høvuðsstaðarøkið) pendla 789 fleiri frá enn til. Í Vágum 294 fleiri frá enn til. Í Sandoyarøkinum 122 fleiri frá enn til og í Suðuroy 90 fleiri, ið pendla frá enn til.

Hetta eru tølini, tá vit bara telja tey, ið pendla millum høvuðsøkini, frároknað tey, ið pendla millum bygdir í sama høvuðsøki.

Á  myndini niðanfyri síggja vit, hvussu streymurin er í pendlingini millum høvuðsøkini, hvussu nógv  pendla úr einum øki, og hvar tey fara, og tey sum pendla til eitt øki, og hvaðani tey koma.

 

Kelda: Hagstova Føroya

 

Í talvuni niðanfyri er pendlingin millum høvuðsøkini útgreinað. Har er pendlingin eisini sett í mun til fólkatalið í økjunum. T.d. sæst, at tey, sum pendla til Tórshavnarøkið, svara til 19% av fólkatalinum í Tórshavnarøkinum, meðan tey, sum pendla úr Tórshavnarøkinum, svara til 3% av fólkatalinum har. Áhugavert er eisini at síggja, at tey, sum pendla úr Eysturoy, svara til 15% av fólkatalinum har, meðan tey, sum pendla til Eysturoyar, svara til 6% av fólkatalinum har.

Fólk pendla jú eisini millum bygdir og býir í sama øki. Tað sæst í talvuni niðanfyri. Har sæst, at næstan 7.000 pendla innanhýsis í Tórshavnarøkinum (t.v.s. millum Tórshavn, Argir og Hoyvík). Um 1.000 fólk pendla innanhýsis í Norðoyggjum, um 3.000 í Eysturoy, um 500 í Streymoy annars eins og í Vágum, knappliga 200 í Sandoy og um 1.100 í Suðuroy.

1.000 fólk brúka meir enn 2 tímar í ferðatíð
Helvtin av pendlarunum brúka minni enn eitt korter í flutningstíð til arbeiðis. Minnast skal til, at hetta er flutningstíð úr einari  bygd í aðra. T.v.s. at hóast tað í onkrari bygd kann vera drúgvari enn t.d. eitt korter at koma heimanífrá til arbeiðis í hinum endanum í somu bygd, so telir tað ikki við sum pendlingstíð. Hinvegin kanst tú onkra aðra staðni flyta teg skjótari enn eitt korter heimanífrá til arbeiðspláss ella skúla í grannabygdini, men so telir tað við sum pendling – tí tú ferðast millum bygdir.

Roknað á henda hátt eru tað júst helvtin, 50%, ið hava minni enn eitt korter í vanligari flutningstíð til arbeiðis ella í skúla. 27% brúka millum eitt korter og hálvan tíma og 17% brúka millum hálvan og heilan tíma. Hinvegin eru tað 6%, ið eru 1017 fólk, ið brúka meir enn 1 tíma til arbeiðis. Men hetta er bert ferðatíðin annan vegin. Sostatt eru yvir 1.000 fólk, ið brúka meir enn tveir tímar í ferðatíð aftur og fram.

 


Tveir triðingar ferðast í egnum bili
Nógv tey flestu – út við tveir triðingar – ferðast aftur og fram millum bústað og arbeiðspláss ella skúla í egnum bili. Haraftrat kemur knappliga ein tíggjundapartur, sum ferðast í bili hjá øðrum. Umleið áttandi hvør ferðast við bussi ella ferju, og líka nógv ganga ella súkkla millum heim og arbeiði ella skúla – og sum áður nevnt, so telur bert flutningstíð, tá tað er úr einari bygd í aðra. Men hav í huga, at Tórshavn, Argir og Hoyvík er hvør sín bygd, eins og Froðba, Tvøroyri og Trongisvágur, meðan Kollafjørður er ein bygd, heilt inni úr Firði og út í Sund.

Fleiri kvinnur enn  menn pendla
Merkisvert er, at av teimum 17.300 pendlarunum eru meira enn helvtin kvinnur – umleið 850 fleiri enn menn. Býtið er heldur ikki javnt eftir pendlingstíð: serliga eru nógv fleiri kvinnur í bólkinum við teim styttru pendlingstíðunum og eitt lítið sindur fleiri menn við teim longri pendlingstíðunum.

Kelda: Hagstov Føroya » 28. desember 2015

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.