Avtala um vitanet undirskrivað

Kelda & myndir: torshavn.fo

0
1063

18 desembur vóru tvær samstarvsavtalur um Vitanet undirskrivaðar, onnur millum Tórshavnar kommunu og Pf. Elektron, og hin millum Mentamálaráðið og Tórshavnar kommunu.

Læru- og skúlafyrisitingarskipanin Vitanet verður nú sett í verk í fólkaskúlunum í Tórshavnar kommunu.

Í farnu viku samtykti Tórshavnar býráð einmælt at seta í verk læru- og skúlafyrisitingarkskipanina Vitanet í fólkaskúlunum í Tórshavnar kommunu.

Vitanet er ein sonevnd LMS-skipan (learning management system), ið m.a. inniheldur upplýsingar um skúlan, læraran, flokkin og næmingin. Allir viðkomandi áhugabólkar kunnu fylgja skúlagongdini hjá næminginum viðvíkjandi tímatalvu, skúlating/heimaarbeiði, uppmøting og talmetum (karakterir) vm.

Vitanet er ein skipan, ið P/F Elektron upprunaliga hevur ment fyri Mentamálaráðið. Í nøkur ár hevur nú fyrrverandi Tórshavnar Kommunuskúli roynt skipanina. Skipanin verður í løtuni fult íverksett í Skúlanum á Fløtum (áður Venjingarskúlin og Tórshavnar Kommunuskúli).

Sum liður í uppgávunum hjá Tórshavnar kommunu sbrt. fólkaskúlalógini at verða skúlamyndugleiki á staðnum, ynskir Tórshavnar kommuna í samstarvi við Mentamálaráðið í 2016 at fáa íverksett Vitanet í fólkaskúlunum í kommununi, næmingatalið er uml. 3.000.

Við at seta Vitanet í verk er ætlanin at hava góð, effektiv og nýmótans KT-amboð tøk til heim og skúla, ið ætlandi skal gera brúkið og umsitingina av hesum viðurskiftum smidliga og nýmótans. Ætlanin er komandi árini í stigum saman við P/F Elektron at menna skipanina við enn fleiri hentleikum. Eisini verður skipaður ein stýrisbólkur við umboðum fyri kommunu, skúlar og Nám.

Málið er, at allir teir stóru fólkaskúlarnir – t.e. Eysturskúlin, Skúlin við Løgmannabreyt, Hoyvíkar skúli, Skúlin á Argjahamri, Sankta Frans Skúli, Kollafjarðar Skúli, umframt Skúlan á Fløtum, hava íverksett Vitanet klárt at taka í nýtslu til skúlaárið 2016/17 og hinir koma við hareftir.

Málið hjá Tórshavnar kommunu og Mentamálaráðnum er, at allir fólkaskúlar í Føroyum eisini fáa í boði og høvið at íverkseta Vitanet. Eisini er møguleiki fyri, at miðnámsskúlar koma við, um skipanin passar til teirra tørv.

Á ovaru myndini síggjast Ingibjørg Berg, kommunustjóri, Jákup Alfredsson Olsen, Pf. Elektron, Kjartan Thomassen, stjóri á Pf. Elektron, Heðin Mortensen, borgarstjóri, Poul Gert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálanevnd Tórshavnar býráðs, Sigurð Ó. Vang, mentamálaleiðari hjá Tórshavnar kommunu, Katrin Ellingsgaard, málsviðgerði hjá Tórshavnar kommunu, Bjarni Vilhelm, deildarstjóri í Mentamálaráðnum, Regin Marnersson, stjóri á Námi, og Hendrik Jacobsen, KT-ráðgevi á Námi.