Home VinnutíðindiFiskivinna Føroyar og Noreg hava gjørt avtalu um fiskirættindi

Føroyar og Noreg hava gjørt avtalu um fiskirættindi

by OML

Føroyar og Noreg hava skrivað undir avtalu um sínámillum fiskirættindi fyri 2016 eftir samráðingar í Tórshavn tann 11. og 12. desember. Avtalan er at kalla á sama støði sum í fjør viðvíkjandi býti av kvotum, men tó er sínámillum atgongdin avmarkað nakað.

Føroysk skip hava komandi ár loyvi at fiska 4.121 tons av toski, 900 tons av hýsu, 800 tons av upsa og 200 tons av øðrum fiskasløgum í norskum sjógvi. Harumframt fáa føroysk skip atgongd at fiska 4.000 tons av toski og 350 tons av hýsu, sum eru fingin til vega í sínámillum avtaluni við Russland, í norskum sjógvi. Toskakvotan við Svalbard verður 1.822 umframt 443 tons av øðrum fiskasløgum, og hon er óbroytt. Eisini er føroyskum skipum loyvt at fiska sína makrelkvotu í økinum við Jan Mayen.Norsk skip fáa í 2016 loyvi at fiska 2.000 tons av longu og blálongu, 1.700 tons av brosmu, 567 tons av upsa og 800 tons av øðrum fiskasløgum í føroyskum sjógvi. Eisini fáa norsk skip eina kvotu av makreli í føroyskum sjógvi uppá 4.369 tons. Harumframt fáa norsk skip atgongd at fiska 34.800 tons av svartkjafti í føroyskum sjógvi í 2016.

Mynd: Andras Kristiansen, samráðingarleiðari fyri Føroyar, og Ann-Kristin Westberg, samráðingarleiðari fyri Noreg. Myndin er tikin, eftir at avtalan varð undirskrivað fyrrapartin fríggjadagin 11. desember.

Kelda & mynd:fisk.fo

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.