Skrivligur fyrispurningur til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í orkumálum

0
697

Fyrispurningur settur av Annika Olsen,løgtingskvinna

 

Løgtingsmál nr. S-007/2015 Viðvíkjandi nýggja veðurlagssáttmálanum

 

  1. Hevur landsstýrið ætlanir um, at Føroyar skulu taka undir við nýggju veðurlagsavtaluni?
  2. Um ja, hvat hevur landsstýriskvinnan gjørt til tess at tryggja, at Føroyar verða ein sjónligur partur av nýggju veðurlagsavtaluni?
  3. Hvørjar samráðingar hava verið við eitt nú donsku stjórnina í hesum sambandi?
  4. Hví var landsstýrið ikki umboðað í París undir veðurlagsráðstevnuni?
  5. Eru ætlanir at broyta og dagføra føroyska veðurlagspolitikkin frá 2009?Viðmerkingar:Um vikuskiftið varð nýggj veðurlagsavtala undirritað í París. Niðurstøðan í semjuni er, at miðalhitin hægst eigur at hækka 2 hitastig og helst ikki meiri enn 1,5 hitastig. Limalondini í ST skulu seta sær greið mál fyri at tálma útlátið av veðurlagsgassum, og hesi skulu dagførast 5. hvørt ár. Málini kunnu bert herðast og ikki slakast. Avtalan gongur frá 2020, men longu frá 2018 skal fyrsta eftirmetingin gerast.Í 2009 samtykti eitt einmælt Løgting, Veðurlagspolitikk Føroya, har málið var 20 % niðurskurð av veðurlagsgassum í mun til útlátið í 2005. Hesin politikkur, sum allir flokkar á Tingi stóðu saman um, og sum hevði breiðan stuðul frá eitt nú SEV, RØKT og Føroya Arbeiðsgevarafelag, var ein stór styrki hjá føroyska landsstýrinum undir veðurlagsráðsamráðingunum til COP 15 í Keypmannahavn í 2009.Drúgvar samráðingar um at fáa Føroyar positivt nevndar í avtaluni vóru bæði áðrenn og undir sjálvari ráðstevnuni. Hóast Føroyar sum lítil tjóð, neyvan megnaði at gera tey stóru inntrivini í niðurskurðinum av veðurlagsgassum, so var breið semja í Løgtinginum um, at vit áttu at senda umheiminum greið boð um, hvar vit stóðu, og at vit eisini tóku umhvørvið í álvara. Hóast eingin avtala spurdist burtur úr veðurlagsráðstevnuni í 2009, fingu Føroyar tað burturúr, at okkara veðurlagsmál og veðurlagspolitikkur vórðu nevnd sjálvstøðugt í yvirlitinum hjá ST klima­panelinum UNFCCC og ikki sum ein fjaldur partur av Danmark og harvið EU. Broytingarnar í arktiska økinum eru eitt tvíeggjað svørð. Føroyar er portið til Arktiska økið, og vera vit bæði beinleiðis og óbeinleiðs rakt av veðurlagsbroytingunum. À eini síðuni er tað umráðandi, at vit taka umhvørvislig atlit í hesum viðkvæma øki. Tilfeingið í havinum, sum er okkara livibreyð, ávirkast sjónligt av broytingunum, tí miðalhitin í høvunum hækkar, sum harvið ávirkar ferða­mynstrið hjá fiskastovnunum. Harumframt er tað ikki óhugsandi, at alsamt meiri dálking fer at verða í komandi tíðum, nú økt skipaferðsla fer at verða norðurvestur um pólin. Á hini síðuni eiga vit at gagnnýta nýggju vinnumøguleikarnar, ið liggja víðopnar fyri Føroyar. Føroyar eru ikki bara heimsins nalvi sambært Williami Heinesen, men eisini eitt knútapunkt, tá tað kemur til nýggjar vinnumøguleikar í Arktis. Vit liggja sera væl fyri strategiskt, nú nýggjar siglingarleiðir eru norðurvestur um pólin. Duga vit at gagnnýta hetta nóg væl, kann Føroyar gerast eitt gróðrarlendi og ein kveikingarlund fyri eitt nú tænastur til oljufeløg, tænastur til skip av ymsum slagi, umskiping, catering, útbúgving, tilbúgving os.fr. Møguleikarnir fyri nýggjum vinnum og øktum inntøkum eru nógvir.Skulu vit seta okkum greið veðurlagsmál, sum vit avgjørt eiga at gera, er tað av alstórum týdningi, at vit gerast sjónlig altjóða. Sjónlig, at vit taka umhvørvið í álvara, og tí tað hevur stórt marknaðarvirði fyri Føroyar, bæði sum ferðamannaland og í mun til teir vinnumøguleikar, ið standast av veðurlagsbroytingunum.Gyltu málini mugu røkkast  Annika Olsen   
  6. Á Løgtingi, 15 desember 2015
  7. Eitt er at seta sær mál, eitt annað er at megna at liva upp til hesi mál. Málini vóru gylt í 2009, men tíverri hevur tað gingið heldur striltið at hildið hesi mál. Seta vit inn nú, er tað tó ikki ómøguligt at røkka okkara egna máli. Eitt nú eru vit væl við, tá tað kemur til elorkuframleiðslu. Sambært veður­lagspolitikki Føroya skulu 75 % av elorkuframleiðsluni stava frá varandi orkukeldum í 2020. Við teirri positivu gongdini hjá SEV og teirra egna innanhýsis málsetningi um, at elorkuframleiðslan skal vera 100 % frá varandi orkukeldum í 2030, so er alt, sum bendir á, at málið í Veðurlags­politikki Føroya fer at halda. Nú 6 ár eru liðin, síðani vit samtyktu veðurlagspoltikk Føroya, er tó tørvur á eini endurskoðan, og at vit seta ferðina upp soleiðis, at vit veruliga megna at røkka samlaða málinum.
  8. Tær sjónligu broytingarnar í Arktis
  9. Tað undrar, at nú nýggj veðurlagssemja er undirritað í París, hevur einki politiskt umboð vegna føroyska landsstýrið verið til ráðstevnuna. Somuleiðis er tað undrunarvert, sum frættist í miðlunum um dagarnar, at nú skal gerast eitt innanhýsis byrðubýti millum Danmark og Føroyar, og síðani verða veðurlagsmálini, sum Danmark vegna Føroyar sendir til klimapanelið hjá ST. Um hetta verður veruleiki er talan um eitt stórt afturstig fyri Føroyar á altjóða umhvørvis- og veðurlags­søkinum.
  10. Føroyar sjónligar í nýggju veðurlagsavtaluni

l