Home Fólk & Samfelag Norðurlendsk frágreiðing um umsorgan fyri teimum eldru

Norðurlendsk frágreiðing um umsorgan fyri teimum eldru

by OML

Norðurlendsk frágreiðing um umsorgan fyri teimum eldru

Fyri góðum mánaði síðan gav Nordens velfærdscenter út eina samanberandi frágreiðing um umsorgan fyri teim eldru í Norðurlondum. Frágreiðingin gevur eitt yvirlit yvir hvussu umsorganin av teim eldru í Norðurlondum er sett saman, eitt nú tá talan er um ábyrgdarbýti millum land og kommunur, hvussu økini verða fíggjað og hvussu kvaliteturin verður tryggjaður.

Frágreiðingin kann vera eitt hent amboð í mun til tær demografisku broytingarnar í dagsins samfelag. Eitt nú kemur frágreiðingin fram til,

  • at vit í Føroyum brúka 2,7 % av okkara BNP til eldraøkið, sum er tað hægsta innan Norðurlond,
  • at brúkaragjøldini eru lægri í Norðurlondum í mun til onnur lond,
  • at fleiri privat feløg veita tænastur innan eldrarøkt sum liður í at gera tænastuna munadyggari á økinum.  

Frágreiðingin er ein liður í eini verkætlan hjá Nordens Velfærdscenter, sum byrjaði í 2013 um “Kvalitet i ældreomsorgen” har umboð fyri tey 8 londini í Norðurlondum hava luttikið. Londini eru: Danmark, Grønland, Ísland, Noreg, Svøríki, Áland, Finland og Føroyar. Hetta er onnur frágreiðing sum er komin út í sambandi við hesa verkætlan. Í mai 2015 útkom frágreiðingin “Når fortiden er længere end fremtiden” um tær ymisku góðskuskipanirnar, sum verða brúktar í Norðurlondum.

Frágreiðingarnar fáast teldutøkar her:

Ældreomsorg i Norden

Når fortiden er længere end fremtiden

Og kunnu eisini bíleggjast ókeypis á hesum leinkjum:

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.