Home Fólk & Samfelag Samgongan hevur bóltin til høgra bein

Samgongan hevur bóltin til høgra bein

by OML

Longu í oktober bar Nýtt Sjálvstýri eitt uppskot um at frítaka grønar hitaskipanir fyri MVG niðan í Løgtingið.

  • Tíðin er komin til at gera okkurt fyri grønu framtíðina, í staðin fyri bert at tosa um hana. Har er onki at bíða við, sigur Jógvan Skorheim, floksformaður.
Í tíðindunum í kvøld hoyrdu vit, at føroyska CO2 útlátið slett ikki er minkað seinastu 10 árini, hóast nógv ár eru gingin, síðani Landsstýrið setti sær hetta fyri. Og síðani hoyrdu vit landsstýriskvinnuna í orkumálum fegnast um uppskotið um MVG-frítøku av grønum hitaskipum, sum Nýtt Sjálvstýri hevur lagt fyri Tingið.
Jógvan Skorheim, formaður í Nýtt Sjálvstýri tulkar hetta sum eina ábending um, at samgongan er klár at taka undir við uppskotinum, sjálvt um ein andstøðuflokkur hevur lagt tað fyri.
Vit hava hoyrt ovmikið tos um bjartar vónir, men veruleikin er, at vit mugu seta ítøkilig átøk í verk, um vit veruliga skulu gera okkum nakrar vónir um eina grøna framtíð. Har er ongin orsøk til drál, sigur Jógvan Skorheim.
Vit hava lagt bóltin til høgra beinið, og nú er tað upp til samgonguna at seta seinasta fótin á. Verður tað gjørt beinanvegin, kunnu vit taka eitt avgerðandi stig rætta vegin.
Endamálið við uppskotinum er at gera tað lættari hjá borgarum, stovnum og fyritøkum at gera íløgur í grønar hitaskipanir.
  • Umstilling til varandi orkukeldur er ein íløga í grønu framtíðina, men vit tosa sanniliga eisini um íløgur, sum kasta fíggjarligan vinning av sær í longdini, sigur Jógvan Skorheim, formaður í Nýtt Sjálvstýri.
Uppskotið var til fyrstu viðgerð í Løgtinginum 3. november og tá varð tað beint í Løgtingsins fíggjarnevnd.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.