Home Fólk & Samfelag Vinarliga halt teg til fakta Bjørn Kalsø

Vinarliga halt teg til fakta Bjørn Kalsø

by OML

Bjørn Kalsø vil verða við, at tað fer at loysa seg verri at arbeiða, eftir at ætlaðu broytingarnar hjá samgonguni í samband við pensjónirnar og skattalættan vera framdar, hetta er ikki rætt.

Harumframt nevnir Bjørn fleiri faktuellar skeivleikar, um tað er av ósketni, ella ikki, skal vera ósagt. Tað er í lagi at vera ósamd, men tað er ikki í lagi at rongja fakta.

 

  1. Bjørn sigur, at grundarupphæddin er einasta veiting, sum er skattafrí og eisini sleppur undan allari mótrokning. Hetta er ikki rætt, útgjaldi úr samhaldsfasta verður ikki mótrokna mótvegis viðbótini.
  2. Bjørn sáar iva um, at pensionistarnir fara at missa við umleggingunum. Hetta er ikki rætt, útrokningar hjá Fíggjarmálaráðnum, Stýrinum fyri Samhaldsfasta og Almannaráðnum vísa, at pensionistarnir fara ikki at missa.
  3. Bjørn sigur eisini, at tað ferð at loysa seg, enn verri, at arbeiða eftir at broytingarnar eru framdar. Hetta er heldur ikki rætt, landskatturin lækkar við 5% fyri inntøkur frá 65.000 krónum tann 1 januar 2016 og ferð hetta at viðføra, at tað ferð at loysa seg, eitt sindur betur at arbeiða, til dømis við at egna nakrar stampar, enn frammanundan.Skipanin við mótrokning í pensiónini er ongin nýggjur trupuleiki. Bjørn Kalsø hevur í 4 ár sitið sum partur av landsins leiðslu og havt møguleikan at gjørt nakað við henda trupuleika, sum hann nú brádliga er so eymur um. Vit hava ikki hoyrt eitt kis frá honum, um hvussu illa tað loysir seg hjá, eitt nú egnarum, at arbeiða fyrr enn nú, Bjørn Kalsø er í andstøðu.Tað ið Bjørn Kalsø hevur framt í samgongu, er at forskattað pensiónirnar, so øll ið gjalda til pensión fáa 40% í flatskatti frá fyrstu krónu. Haraftrat, hevur hann lagt rygg til at áleggja øllum eina bundna pensjónsuppsparing á tilsamans 15%. Kravda uppsparingin hevur, higartil, merkt ein lønarniðurskurð á 2% hjá teimum gott 4.000 fólkunum, ið onga pensionsuppsparing høvdu og hesi eru ikki tey á ovastu rók. Eftir ætlan skuldi hesin lønarniðurskurður hækka uppá 3 % tann 1 januar 2016, hesum hevur samgongan steðga.Samhaldsfasti er ein rættur og ikki nøkur olmussuveiting. Eitt hevur Bjørn Kalsø rætt í, mótrokningin í arbeiðsinntøku er alt ov høg, men hesin trupuleiki er ikki íkomin síðan samgongan tók við. Vit fara at broyta hesa mótrokning, í samband við pensjónsnýskipanina í vár og tá ferð tað, vónandi, veruliga at loysa seg at arbeiða hjá pensjonistunum.Eyðgunn Samuelsen landstýriskvinna í almannamálum.

Mótrokningin skal broytast

At siga, at samhaldsfasti er ein olmussa, vísir, at Bjørn Kalsø fulkomuliga hevur misskilt skipanina. Sum tað liggur í orðinum sjálvum, so gjalda vit øll tað sama inn í prosentum, men tey ið hava hægri inntøku, gjalda meira í krónum og vit hava øll rætt til útgjald. Hetta er ein tann mest samhaldsfasta skipan í heiminum.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.