Home Fólk & Samfelag Samhaldsfasti hava stóran leiklut í nýggju pensjónsskipanini

Samhaldsfasti hava stóran leiklut í nýggju pensjónsskipanini

by OML

Samhaldsfasti Eftirlønargrunnurin skal hava ein størri leiklut í nýggju pensjónsskipanini. Tað svarar løgmaður millum annað í einum skrivligum § 52a  fyrispurningi frá Kári P. Højgaard, løgtingsmanni, um Samhaldsfasta

– Mín persónliga hugsan er, at Samhaldsfasti Eftirlønargrunnurin skal hava ein størri leiklut í nýggju pensjónsskipanini. Hvussu stóran leiklut Samhaldsfasti Eftirlønargrunnurin skal hava, verður ein partur av arbeiðinum hjá politiska fylgibólkinum, har málið er at finna eina breiða semju. Fremsta orsøkin er helst hon, at Samhaldsfasti er ein arbeiðsmarknaðareftirlønarskipan, meðan fólkapensjónin er ein sosial pensjónsskipan. Ætlanin við nýggju pensjónsskipanini er m.a. at fáa betri samsvar og samanhang millum hesar báðar skipanirnar, svarar løgmaður millum annað.

Í samgonguskjalinum er ásett, at arbeiðið í pensjónsbólkinum heldur fram. Arbeiðið fer av álvara í gongd fyrst í nýggja árinum. Miðað verður ímóti at leggja uppskot fyri Løgtingið í komandi tingsetu. Settur verður ein politiskur fylgibólkur at fylgja arbeiðinum.

Svarið hjá løgmanni til Kára P. Højgaard kann lesast her

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.