Home Fólk & Samfelag Fíggjarætlanin fyri 2016

Fíggjarætlanin fyri 2016

by OML

Fíggjarætlanin fyri Sunda kommunu varð endaliga samtykt á býráðsfundi mánakvøldið 30.11.2015.

Samlaði fíggjarkarmurin hjá Sunda kommunu við einum skattaprosenti á 21,5%, barnafrádrátti á 5.000 kr. og óbroyttum brúkaragjøldum er 86,9 mió.kr. Herav er Eldraøkið 14,6 mió.kr. og Barnaverndarsamstarvið 4,8 mió.kr.
Eftir kommunala rakstrinum á 48,4 mió.kr. eru 17,9 mió.kr. eftir at ráa yvir. Samtykt er, at 11,1 mió.kr. eru settar av til íløgur, 1,8 mió.kr. til ábøtur og 6,3 mió.kr. til avdráttir.
Samtykt er, at 1,2 mió.kr. av íløgunum skulu fíggjast við lánitøku.
Av íløgunum og ábótum eru settar av:

• Spillivatnskipan í Hvalvík, Haldórsvík, Hósvík og Tjørnuvík 4,9 mió.kr.
• Nýtt reinsiverk til vatnveitingina við Norðskála, á Oyrarbakka og á Oyri 3,0 mió.kr.
• Vegir, gonguteigar og brúgvar 2,7 mió.kr.
• Havnir, bátahyljar og lendingar 0,8 mió.kr.
• Ítróttarøkið, Sparkivøllir og Campingøkið 0,6 mió.kr.
• Umhvørvistiltøk og bilur 0,6 mió.kr.
• Kirkjugarðar 0,3 mió.kr.
Netto fíggjarkarmurin hjá Sunda kommun fyri 2016 verður býttur soleiðis millum økini:
• Kommunal fyrisiting 7%
• Almanna- og Heilsumál 23%
• Børn og Ung 20%
• Undirvísing 7%
• Mentan og Frítíð 4%
• Teknisk mál 8%
• Kommunalt virkið 6%
• Avdráttir 8%
• Íløgur 17%

Semja er um, at framtíðarbygging av Skúlanum við Streymin verður tikin upp tá neyv tøl eru fyri byggingina.

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.