Annika Olsen, lagt lógarppskot fram fyri Løgtingið um broyting í revsilógini.

Annika Olsen, tingkvinna, hevur  í gjár lagt lógarppskot fram fyri Løgtingið um broyting í revsilógini. Endamálið við hesum lógaruppskoti er at broyta revsilógina soleiðis, at munur ikki verður gjørdur á, um tú gert teg kynsliga inn á eitt ættleitt barn undir 18 ár og eitt biologiskt barn undir 18 ár.

Í grein 210 stk 1. ásetur at, ”Den, der har samleje med en slægtning i nedstigende linje, straffes med fængsel indtil 6 år”. Fyri sama brotsverk er revsingin fyri ættleitt  í dag bert 4 ár sambært galdandi revsilóg.  Um lógaruppskotið verður samtykt verða biologisk og ættleitt børn javnsett og  revsiramman fyri brotsverkið  ásett at vera 6 ár.

Talan er um ein sera óhepnan mun í revsilógini, ið verður gjørdur á børnunum, tí uttan mun til um tú ert eitt biologiskt barn ella eittættleitt barn, er álitið á foreldrini hitt sama og brotsverkið ikki minni, sum barnið verður útsett fyri.

Saman við hesum uppskoti hevur tingkvinnan, Annika Olsen,  somuleiðis lagt uppskot til samtyktar fyri Løgtingið, har heitt verður á landsstýrið um at dagføra og endurskoða revsiógina, sum varð tikin yvir á føroyskar hendur í 2010.  Lógaruppskotið um broyting í revsilógini kemur til viðgerar í Løgtinginum fríggjadagin.

Tíðindaskriv frá Annika Olsen