Føroyar og Russland skrivaðu fríggjadagin 27. november undir fiskiveiðiavtalu fyri 2016, eftir at samráðingar høvdu verið í døgunum 26. og 27. november í Tórshavn. Hetta var 39. fundur í felags russisku-føroysku fiskivinnunevndini.

Søguliga hevur mynstrið verið, at Føroyar hava latið Russlandi uppsjóvarfisk í føroyskum sjógvi afturfyri botnfisk í russiskum sjógvi. Avtalan fyri 2016 er einki undantak í so máta.

Bert smávegis broytingar eru í mun til avtaluna fyri 2015. Hýsukvotan til føroysk skip í russiskum sjógvi hækkar við 200 tonsum, og russiska svartkjaftakvotan í føroyskum sjógvi hækkar við 1.000 tonsum. Aðrar kvotur verða óbroyttar í mun til kvoturnar í 2015.

Avtalan ber í sær, at Føroyar fáa 19.500 tons av toski og 2.000 tons av hýsu í russiskum sjógvi í 2016 umframt 900 tons av flatfiski og 5.000 tons av rækjum.

Russland fær hinvegin 81.000 tons av svartkjafti og 14.500 tons av makreli í føroyskum sjógvi í 2016, umframt hjáveiðu av í mesta lagi 10.000 tons av sild samanlagt. Russland fær eisini atgongd at fiska part av svartkjaftakvotuni, sum Russland fær tillutað í altjóða sjógvi umvegis NEAFC samtykt, í føroyskum sjógvi í 2016.