Home Vinnutíðindi Ársfundurin hjá NEAFC 2015

Ársfundurin hjá NEAFC 2015

by OML

34. ársfundurin hjá NEAFC, ið er nevndin fyri samstarv um fiskiveiðu í landnyrðingspartinum av Atlantshavi, varð hildin í London í døgunum 9. til 13. november 2015. Føroyar luttaka í NEAFC saman við Grønlandi í eini felags sendinevnd undir heitinum “Denmark in respect of the Faroe Islands and Greenland” (DFG).

Limalondini í NEAFC eru DFG, ES, Ísland, Noreg og Russland.

Málini á ársfundinum snúgva seg í høvuðsheitum um skipan av fiskiskapinum eftir ferðandi fiskastovnum í altjóða sjógvi á okkara leiðum og um staðbundnar stovnar í altjóða sjógvi, umframt eftirlit og verju av vistskipanum í havinum.

Fundurin var merktur av, at ósemja er millum londini um flestu stóru fiskastovnarnar í norðuratlantshavi t.e. makrel, norðhavssild, svartkjaft og kongafisk. Sostatt bar annaðhvørt ikki til at viðgera NEAFC samtyktir fyri fiskasløgini, tí samráðingar framvegis eru millum strandarlondini, ella bar ikki til at fáa fulla semju millum londini.

Stór ósemja er um ráðgevingina frá ICES um kongafiskin í Irmingerhavinum. ICES hevur víst á, at kongafiskurin í Irmingerhavinum er illa fyri, og at veiðan ikki eigur at vera meira enn 10.000 tons. Russland er hinvegin av teirri fatan, at kongafiskastovnurin i Irmingerhavinum er ikki so illa fyri, sum ICES vil vera við. Málið varð nógv umrøtt, og førdi Ísland á fundinum fram, at støðan nú er so álvarslig, at eitt veiðibann eigur at verða sett í verk. Endin varð tó, at undirtøka varð fingin um eina samtykt, sum loyvir eini avmarkaðari veiðu eftir kongafiski í Irmingerhavinum í 2016. Sambært samtyktini verður heildarkvotan av kongafiski í 2016 8.500 tons, harav Føroyar eiga 572 tons. Heildarkvotan í 2015 var 9.500 tons, og er tí talan um eina lítla lækking. Russland tók ikki undir við samtyktini fyri 2016.

Tað eydnaðist ikki at fáa semju um kongafisk í altjóða sjógvi norðanfyri. Her er ósemjan millum Russland og Noreg øðrumegin og Føroyar/Grønland og ES hinumegin. Tvey uppskot vórðu løgd fram, men hvørki fekk nøktandi undirtøku.

Føroyar hava seinastu nógvu árini fiskað nakað av búrfiski í altjóða sjógvi og løgdu eins og undanfarin ár fram uppskot um at loyva hesi veiðu. Undirtøka var ikki í NEAFC-nevndini fyri føroyska uppskotinum. Ístaðin var meiriluti fyri uppskoti frá ES og Noregi um at seta bann fyri beinleiðis veiðu eftir búrfiski í altjóða sjógvi í Norðuratlantshavi. Føroyar atkvøddu ímóti uppskotinum um veiðibann.

Eingin semja er enn um tey trý stóru uppsjóvarfiskasløgini makrel, norðhavssild og svaftkjaft. Grundarlag var tí heldur ikki fyri semju um fiskiskapin í altjóða sjógvi á NEAFC fundinum. Fundir eru avtalaðir millum strandarlondini í næstum, og lagt varð tí upp til, at uppskot til samtyktir fyri hesi fiskasløg verða send NEAFC limalondunum til støðutakan umvegis brævatkvøðugreiðslu seinni á árinum.

Semja var um, at galdandi samtyktir um veiðibann eftir hemara í altjóða sjógvi og veiðibann eftir brugdu í øllum sáttmálaøkinum halda fram. Eisini varð samtykt at avmarka fiskiskapin eftir langasporli í altjóða sjógvi í 2016. Talan er um eina heildarkvotu til øll NEAFC limalond.

Eitt av høvuðsmálunum hjá NEAFC í 2015 hevur verið at viðgera frágreiðing um, hvussu NEAFC sum felagsskapur megnar at røkja sínar skyldur. Frágreiðing varð løgd fram á ársfundinum í 2014 og hevur síðani verið viðgjørd á tveimum eykaársfundum í 2015. Tilmælini eru nú endaliga viðgjørd og skjøtul settur á arbeiðið framyvir. Í hesum sambandi kann nevnast, at tveir arbeiðsbólkar eru settir, og teir skulu gera uppskot til NEAFC nevndina um ávikavist hvørji atlit eiga at verða tikin við, tá fiskastovnar skulu býtast, og hvussu samráðingarnar millum strandarlondini um ferðandi fiskastovnar eiga at skipast. Lagt er upp til, at arbeiðsbólkarnir skulu lata frágreiðing til komandi ársfundin hjá NEAFC nevndini, sum verður í november 2016.

Í føroysku sendinevndini vóru umboð fyri Uttanríkis- og vinnumálaráðið, Fiskimálaráðið, VØRN og Havstovuna.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.