Home Fólk & Samfelag Órættvísi omaná órættvísi!

Órættvísi omaná órættvísi!

by OML

Sum Bárður Nielsen segði, so er samgongan farin at lempa við kvísl. Og nú fáa vit framhaldandi fleiri ábendingar um, at tey bara ætla sær at lempa úr útjaðaranum og uppí miðstaðarøkið.

Tað kann ikki passa, at ein samgonga, sum sigur seg leita eftir rættvísi og javnvág ímillum allar føroyingar, veruliga ætlar at súgva alla vinnu og orku úr útjaðaranum, bert fyri at geva miðstaðarøkinum.

Eg havi alla tíðina verið ímóti ætlanini hjá samgonguflokkunum um økta tilfeingisgjaldið og fríu uppboðssøluna. Eg havi fyrr víst á, at hetta fer at skeikla javnvágina ímillum miðstaðarøkið og útjaðaran, tí at pengar bert verða tiknir úr útjaðaranum, ímeðan miðstaðarøkið sleppur undan at lata eina krónu.

Tað er eingin rættvísur leistur í at gjalda øktu inntøkuna úr alivinnuni út aftur eftir fólkatali, tí nú fer Tórshavnar kommuna at fáa fýra ferðir so nógv inn fyri alivinnuna, sum Klaksvíkar kommuna fær, sjálvt um so at siga eingin alivinna er í Tórshavnar kommunu.

Hetta gevur onga – í øllum førum onga rættvísa – meining.

 

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.