Home Fólk & Samfelag Rættvísari kringvarpsgjald

Rættvísari kringvarpsgjald

by OML

Ung, støk og pensjónistar fáa ein munandi lætta við nýggja kringvarpsgjaldinum, og Kringvarp Føroya fær eitt støðugari inntøkugrundarlag. Eisini verður miðlastuðul settur í verk.

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur borið tinginum uppskot um broytingar í kringvarpsgjaldinum. Skotið verður upp, at kringvarpsgjaldið verður rættvísari framyvir, so húski við einari inntøku ikki rinda somu upphædd sum húski við fleiri inntøkum.

Munandi bati

Í dag rindar hvørt húski 3.625 kr. árliga í kringvarpsgjaldi, líka mikið, hvussu nógv fólk húskið fevnir um. Framyvir verður hetta lagt um til eitt árligt persónsgjald á 1800 kr. fyri allar skattskyldugar persónar millum 24-66 ár. Ung fara onki at rinda, og fólkapesjónistar fara at rinda ein triðing, nevniliga 600 kr. árliga, ella 50 kr. mánaðarliga.

Broytingin er ein munandi lætti hjá ungum, sum ofta hava lítið at ráða yvir fíggjarliga, antin tí tey eru undir útbúgving, ella tey á annan hátt eru við at fóta sær. Broytingin fer eisini at gera tað meira liviligt hjá støkum og fólkapensjónistum, meðan gjaldið verður nærum óbroytt hjá pørum.

Vinnan við

Eisini í vinnuni er kringvarpsgjaldið órættvíst í dag, tí øll virkir rinda eins, óansæð stødd. Við nýggju skipanini verður kringvarpsgjaldið ásett út frá árligu lønarútgjaldingunum. Hetta merkir til dømis, at felag, sum rindar omanfyri 10 milliónir í lønum árliga rindar 8.000 kr. árliga, meðan felag, sum rindar millum 100-500 tús. kr. í lønum árliga rindar 3.000 kr. í kringvarpsgjaldi og so framvegis. Sum heild ber broytingin í sær, at íverksetarar og smáar fyritøkur fara at rinda minni enn í dag, meðan stórar fyritøkur faraat rinda nakað meira.

Sterkt og óheft Kringvarp Føroya

Ætlanin við uppskotinum er millum annað at styrkja føroysku miðlarnar sum heild, og at geva Kringvarpinum sámiligari og støðugari inntøkugrundarlag, so stovnurin betur kann lúka public-service skyldur sínar.

Eins og higartil verður kringvarpsgjaldið óheft av fíggjarlógini, men við tað, at Taks fer at krevja kringvarpsgjaldið inn, kann Kringvarpið brúka leysgivnu orkuna til miðlaframleiðslu heldur enn innkrevjingarvirksemi.

Lýsingar og sponsorar

Tað hevur leingi verið eitt ynski, at Kringvarpið skal vera óheft av handilsligum og vinnuligum áhugamálum, og at almenni public-service stovnurin skal ikki kappast við privatu miðlarnar um lýsingar. Tí verða útvarpshandilslýsingar ikki longur at hoyra í Kringvarp Føroya, meðan sponsorering einans verður loyvd í heilt serligum førum. Eydnuspøl verða eisini framyvir í Kringvarpinum.

Miðlastuðul

Í uppskotinum frá landsstýriskvinnuni í mentamálum verða sjónvarpslýsingar mettar at verða í einari serstøðu, tí framleiðsla av filmslýsingum er vaksandi skapandi vinnugrein, og at Kringvarpið enn er einasti miðil til sjónvarpslýsingar. Kringvarpið fær sostatt loyvi til at senda sjónvarpslýsingar, men inntøkurnar skulu í landskassan, sum afturfyri fær eina játtan til miðlastuðul, har landið eisini letur eina ávísa játtan, so stuðulin kemur upp um eina millión árliga. Hesin stuðul kann styrkja føroyskan journalistikk, eftirútbúgving, starvslærupláss og brúkast til útberingarstuðul fyri tíðindabløð – alt eftir nærri treytum, sum landsstýriskvinnan ásetir.

Mentamálaráðið, 18. november 2015

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.