Tann 1. oktober í ár var fólkatalið 49.006. Tað er sostatt vaksið við 533 fólkum síðani 1. oktober í fjør. Hetta kemur av, at í hesum tíðarskeiðnum var eitt burðaravlop á 237, ið er munurin millum fødd og deyð, og ein nettotilflyting á 296, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting.

Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum, sum er hend tvey tey síðstu árini og tykist at halda fram, kemur ikki av veksandi burðaravlopi, ið hevur verið áleið tað sama síðstu árini, men av stórum broytingum í flytingini millum Føroyar og útlond. Her er tað serliga fráflytingin til útlond, sum er minkað munandi.  Hetta er sjónligt, um vit sum í myndini niðanfyri samanbera 12-mánaðarskeiðini oktober-september síðstu fimm árini.

Niðanfyri eru talvur við nýggjastu íbúgvatølunum fyri høvuðsøkini, kommunurnar og oyggjarar.

Dagførdu íbúgvatølini eru at finna í hagtalsgrunninum á www.hagstova.fo

Kelda: Hagstova Føroya » 13. november 2015