Nógvur fiskur á marknaðinum í dag

Høgni Hansen stjóri á Fiskamarknaði Føroya sigur við 24.fo at tað eru góð 230.000 tons á søluni í dag hjá FMF. Her er meding fyri landingar í viku 46.

 

Meting um tilfeingið fyri viku 46 2015 -FMF
Friday, 06 November 2015
 Samandráttur: Línuskip:  Tað koma fleiri línuskip at landa í vikuni, bæði undan Íslandi og við Føroyar. Skipini undan Íslandi hava ein blanding av toski, hýsu, brosmu og longu. Skipini, sum fiska við Føroyar, fáa mest av toski og hýsu. So fáa tey eisini nakað av longu. Tað koma 2-3 skip at landa mánadagin og so restin miðskeiðis og síðst í vikuni.

Útróður:  Streymurin harðnar og veðri verður ikki av tí besta, so tí verður ikki so nógv av útróðri, men nakað verður hóast alt. Bátarnir fáa bara tosk og hýsu.

Djúpvatnstrolarar:Tríggir eru til fiskarí. Allir fiska upsa. Ein landar mánadagin, meðan hinir landa síðst í vikuni. Ein djúpvatnstrolari fiskar svartkalva og frystur fiskin umborð. P

artrolarar:  Teir nógvu fiska upsa í løtuni, vænti teir koma at landa sum vikan líður, fiskarí er smáligt. Fáa nakað av longu og tosk sum hjáveiðu.

Trolbátar: Bara tveir eru til fiskarí. Koma helst at landa mánadagin, tí veðri verður vánaligt um vikuskiftið.

Garnaskip: Tvey eru á svartkalvaveiðu og eitt fiskar havtasku. Tey sum fiska svartkalva, landa síðst í vikuni, meðan tað sum fiskar havtasku, selur alt beinleiðis. Fiskaríið er smáligur eftir svartkalva og havtasku.