Home Fólk & Samfelag Veturin stendur fyri durum

Veturin stendur fyri durum

by OML

Nú, vit spakuliga flyta okkum inn í vetrarhálvuna, er umráðandi hjá bilførarum at skøða akførini til hesa árstíðina, og at koyra eftir umstøðunum. Longu tíðliga á heysti fyrireikar Landsverk seg til veturin, tá starvsfólk í vetrarhaldinum hittast á einum sonevndum vetrarfundi. Hetta skrivar lv.fo.

Hetta er tíðin, har hálka kann koma púra óvart á. Fyrsti hálkudagur hevur longu verið. Hetta var sunnudagin tann 25. oktober, har vandi var fyri hálku á Vestmannavegnum, Oyggjarvegnum, Millum Fjarða og við Skálafjørðin. Bara tann dagin vóru 2,6 tons av salti stroydd á hesi vegastrekkir.
Eins og undanfarin ár hevur Landsverk brynjað seg til veturin, og vetrarliðið hjá stovninum er til reiðar at fara út við maskinum og saltbilum. Á hvørjum ári hittast starvsfólkini í vetrarhaldinum til ein vetrarfund, har skrásett hagtøl fyri seinasta vetur og aðrar vetrar frammanundan verða lýst, eins og tað praktiska í sambandi við kavarudding og salting komandi vetur verður umrøtt.
Seinasta vetur var nógvur kavi. Stórkavarnir í januar og februar darvaðu ferðsluni í umleið fýra dagar. Samanlagt vóru tað 103 hálkudagar í tíðarskeiðnum sept-mai, í mun til bert 76 hálkudagar árið frammanundan, sum so eisini var tað lægsta í nógv ár. Til samanberingar vóru í 2012/2013 132 hálkudagar, og veturin 2009-10 vóru ikki minni enn 141 hálkudagar.
Nógv salt varð eisini nýtt sum fyribyrging móti hálkuni. Talan var um 2.803 tons av salti móti 1.173 tonsum veturin frammanundan.
Annars skulu vit upplýsa, at tað ber til at kunna seg um veðrið og koyrilíkindi her á heimasíðuni og umvegis veðurappina, ið vísir seinastu mátingarnar um veðrið frá teimum 26 veðurstøðunum, ið vit hava kring landið. Umframt at kunna seg um veðrið, ber eisini til at lesa tíðindi og kunngerðir á appini. Les meira um appina her
Til ber eisini at kunna seg um góð ráð í vetrarferðsluni á heimasíðuni her. Vit spyrja, um bilurin er vetrarklárur, veita góð ráð um koyring í vetrarferðsluni og upplýsa hvar og nær vit salta og rudda kava.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.