Home Fólk & Samfelag Nýggj nevnd í Kiwanis Tórshavn

Nýggj nevnd í Kiwanis Tórshavn

by OML

Á stýrisskiftisfund leygardagin varð nýggj nevnd vald í Kiwanis Tórshavn. Nýggjur forseti er Kári Mikkelsen, og hini í nevndini eru Øssur av Steinum, Sofus Borðoy, Arnhold Garðshorn og Peter Jakobsen.

Vælgerandi felagsskapurin, Kiwanis Tórshavn, hevur í dag havt stýrisskiftisfund, har nýggj nevnd varð vald. Nýggir í nevndini eru Kári Mikkelsen, Peter Jakobsen og Sofus Borðoy. Hinir nevndarlimirnir eru Øssur av Steinum og Arnhold Garðshorn. Nývaldur forseti í felagnum er Kári Mikkelsen, Peter Jakobsen er nýggjur kassameistari, og skrivari er nú Sofus Borðoy.

Kiwanis Tórshavn hevur ígjøgnum mong ár latið milliónir krónur til vælgerandi endamál. Seinast 50.000 krónur til Frelsunarherin í Vági og 100.000 krónur til Háskúlan í Havn. Eisini hevur felagsskapurin stuðlað spælistovu á Landssjúkahúsinum, Hotel Tórshavn í Keypmannahavn, Sjómansheiminum Ørkini í Reykjavík, Javna og mongum øðrum vælgerandi endamálum. Umframt at stuðla tørvandi børnum og ungum, er ein annar partur av hjálpararbeiðinum at stuðla familjum við til dømis faðir- ella móðirleysum børnum.

Peningurin til hjálpararbeiðið hjá Kiwanis Tórshavn stavar frá jólatræssølu í Havn í desember, eins og lutaseðlasølu á Ólavsøku, har høvuðsvinningurin er ein føroyskur bátur. Sostatt eru øll tey, sum antin keypa jólatræ ella lutaseðlar frá Kiwanis á Ólavsøku við til at stuðla hjálpararbeiðinum hjá felagsskapinum.

Tveir aðrir Kiwanis-felagsskapir eru í Føroyum. Tað eru Kiwanis Rósan í Havn, og Kiwanis Eysturoy, sum hevur heimstað í Gøtu. Hesir hava eisini fingið nýggja nevnd. Í nevndini fyri Kiwanis Rósan sita nú, Anna Gásadal, forseti, Elin Joensen, kassameistari, Anna Østerø, skrivari, og Katrin Isfeld, nevndarlimur. Í Kiwanis Eysturoy sita nú, Oddvør Hansen, forseti, Petur Olivar í Hoyvík, kassameistari, Anna Øre, skrivari, og Aleksander Abrahamsen, nevndarlimur.

Orðið “kiwanis” stavar úr indianskum máli og merkir “vit byggja”.

Mynd: Nýggja nevndin í Kiwanis Tórshavn eru frá vinstru Arnhold Garðshorn, nevndarlimur, Øssur av Steinum,  nevndarlimur, Kári Mikkelsen, forseti, Peter Jakobsen, kassameistari, og Sofus Borðoy, skrivari.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.