Landsstýrismaðurin lagt fram frágreiðing um marknaforðingar í Norðurlondum

0
593

Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum og norðurlendskur samstarvsráðharri, er hesa vikuna á ársfundi í Norðurlandaráðnum, sum verður hildin í Hørpuni í Reykjavík.

Í dag hevur Poul Michelsen lagt fram frágreiðingina hjá norðurlendsku samstarvsráðharrunum um marknaforðingar í Norðurlondum. Í framløguni legði landsstýrismaðurin serligan dent á týdningin av at styrkja flytiførið í Norðurlondum. Fyri Føroyar er tað av stórum týdningi, at arbeiðið við marknaforðingum heldur fram. Ein orsøk til hetta er, at Føroyar eru uttanfyri ES og EBS, tí hetta ofta elvir til marknaforðingar fyri Føroyar, um hini Norðurlondini ikki gáa eftir, tá nýggj ES-lóggáva verður sett í verk.

Landsstýrismaðurin hevur fleiri fundir og tiltøk á skránni hesar dagarnar í Reykjavík.

Mánadagin var fundur millum Føroyar, Grønland og Áland, har landsstýrismaðurin m.a. greiddi frá ætlanunum á uttanríkis- og vinnuøkinum.

Týsmorgunin var fundur millum samstarvsráðharrarnar. Á fundinum undirskrivaðu ráðharrarnir m.a. eina broyting í sáttmálanum um Útnorðurgrunnin.

Løgmaður og samstarvsráðharrin vóru eisini týsdagin til miðmála hjá íslendska forsetanum í Bessastøðum og luttóku til virðislønahandanina hjá Norðurlandaráðnum, har SEV vann náttúru- og umhvørvisvirðislønina.

Á skránni er eisini fundur við Útnorðurráðið og íslendska samstarvsráðharran Eygló Harðardóttir.

Mikukvøldið skipar Sendistova Føroya, í samstarvi við Føroyingafelagið í Íslandi og Norrøna Felagið, fyri móttøku fyri føroyingum í Íslandi og Reykjavík.

Á myndini – norðurlendsku samstarvsráðharrarnir: Annika Hahn-Englund (NSK-umboð, Svørríki), Dagfinn Høybråten (aðalskrivarin í Norðurlendska Ráðharraráðnum), Eygló Harðardóttir (Ísland), Peter Christensen(Danmark),Elisabeth Aspaker (Noregi), Poul Michelsen (Føroyar), Anne Berner (Finland) ogDoris Jakobsen (Grønland).