Ein livandi miðbý

0
722
Mynd 24.fo

heðin-mortensen4fc5
Seinastu dagarnar hava fleiri ymiskar søgur verið at hoyrt í miðlunum um nakrar bygningar, sum kommunan eigur. Eg skal tí greiða frá, hvussu málið um hesar bygningar hjá kommununi hongur saman, og hví kommunan nú umhugsar at savna umsitingina í Sjóvinnuhúsinum fyri at kunna lata fleiri bygningar í miðbýnum til útvent virksemi, sum fólkið fær gleði og gagn av.

Uppgávurnar hjá Tórshavnar kommunu eru vaksnar nógv í vavi seinastu árini. Kommunan hevur yvirtikið fleiri øki frá landinum, og tí eru eisini púra natúrliga fleiri starvsfólk í kommununi. Tað er gleðiligt, at fólkatalið í kommununi støðugt veksur, og ongantíð hevur verið størri enn tað er í dag.

Í dag býr 41,6 prosent av Føroya fólki í Tórshavnar kommunu. Hesi skulu hava góðar tænastur frá kommununi á øllum økjum – eisini teimum økjum, sum kommunan nýliga hevur fingið ábyrgd av. Vøksturin hevur eisini í sjálvum sær økt talið á uppgávum og harvið eisini á starvsfólkum. Tí hevur kommunan leingi hugt at, hvussu umsitingin kann fáa meira tíðarhóskandi karmar at arbeiða undir.

Bygningurin í Niels Finsens gøtu
Tórshavnar kommuna hevur í nógv ár roynt at fingið fatur á bygninginum í Niels Finsens gøtu, sum bankin hevur húsast í. Tá ið BankNordik fór undir at fyrireika nýtt høvuðssæti, visti bankin sostatt, at kommunan var áhugað í bygninginum. Tí vendi bankin sær til kommununa, og vísti samstundis á, at bankin fór at selja ognirnar í miðbýnum saman við bygninginum í Húsagøtu.

Samlaði prísurin fyri hetta var 92 milliónir krónur. Eitt samt býráð tók av hesum tilboði, tí kommunan á henda hátt kundi fáa fleiri fólk í ein og sama bygning, og tí kommunan samstundis kundi savna ymisk tilboð á heilsuøkinum, sum kommunan varðar av, í ognini í Húsagøtu. Hugsað varð her serliga um barnatannrøktina og kommunulæknatænastur.

Ovastu hæddirnar í bygninginum í Niels Finsens gøtu vóru tøkar hjá kommununi, tá ið kommunan keypti bygningin í mai mánaði 2013, og tekniska fyrisiting flutti inn beinanvegin sum hølini vóru gjørd klár.

Í tilgongdini at flyta inn í bygningin í Niels Finsens gøtu eru nakrar eldri ognir hjá kommununi seldar og aðrar eru leigaðar út. Higartil hevur kommunan selt fýra bygningar fyri knappar 11 milliónir krónur, umframt at kommunan fær leiguinntøkur frá einum bygningi. Haraftrat hevur býráðið samtykt at selja fýra ognir aftrat.

Prísurin fyri ognirnar í miðbýnum var 52 milliónir krónur, sum kommunan hevur goldið.

Bygningurin í Húsagøtu

BankNordik og kommunan hava avtalað, at kommunan yvirtekur bygningin í Húsagøtu nr. 3 fyri kr. 40. mió., í seinasta lagi 31. mars 2016. Formliga yvirtøkan av Húsagøtu nr. 3 er sostatt ikki framd enn og harvið heldur ikki rindað.

BankNordik hevði tørv á at halda fram við sínum virksemi í Húsagøtu 3 til høvuðssæti teirra var klárt at flyta inn í. Undan hesum hevur løgreglan í Føroyum vent sær til kommununa, tí løgregluni tørvar nýggj høli til virksemið. Hon var áhugað í bygninginum í Húsagøtu, tí hann liggur væl fyri, har er lætt at avgreiða viðskiftafólkini hjá stovninum, ognin liggur beint við høvuðsveg, og tí er eisini lætt at koma runt í býnum og út um býin. Kommunan var samd í hesum og fór tí beinanvegin undir at kanna hendan møguleikan.

Tilgongdin at selja bygningin í Húsagøtu til løgregluna er um at enda. Løgreglan yvirtekur eftir ætlan bygningin fyrst í komandi ári. Tórshavnar kommuna hevur sostatt ongantíð brúkt pening upp á bygningin og ætlar ongar útreiðslur at hava av, at løgreglan skjótt eigur bygningin.

Umsitingin á Vestaru bryggju

Tað er ein natúrligur partur av kommunala virkseminum at røkja og viðlíkahalda allar ognir, sum kommunan eigur. Tí er bygningurin hjá Tórshavnar kommunu á Vestaru bryggju umvældur. Bæði undan og eftir umvælingina verða partar av bygninginum nýttir til kommunalt endamál. Hetta virksemið hevur træðrir 20 ár aftur í søguna. Har er verkstaður, smiðja, goymsla og starvsfólkahøli hjá teimum, sum viðlíkahalda bryggjuna, bátaplássini og aðrar ognir.

Tað plássið, sum kommunan ikki brúkar til kommunalt virksemi, verður leigað út til fyritøkur, ið hava eitthvørt við sjógvin at gera.

Á heysti 2013 fekk bygningurin, sum tilsamans er heilar 7000 fermetrar, navnið Sjóvinnuhúsið. Ætlanin var og er framvegis, at menningarvirksemi saman við smáum og størri fyritøkum, ið hava eitthvørt við sjógvin at gera, skal halda til í bygninginum. Nógv størv í kommununi hava samband við sjógvin, og nógvar inntøkur verða skaptar umvegis sjógvin. Av tí at bygningurin er so stórur, er pláss fyri bæði kommunalum virksemi og privatum virksemi í bygninginum – eisini um kommunal umsiting skal húsast har.

Síðani Tórshavnar kommuna keypti bygningin hjá bankanum í Niels Finsens gøtu, hevur kommunan fingið fyrispurningar, sum eisini snúgva seg um áhuga at keypa bygningin. Verður talan um rætta virksemið, fer málið til politiska viðgerð, og so verður støða tikin til, hvørt kommunan er sinnað at selja bygningin. Tað er í hesum sambandi, at møguleikin at flyta alla umsitingina hjá kommununi í bygningin hjá kommununi á Vestaru bryggju, hevur verið nevndur.

Hetta er ein spennandi møguleiki, tí soleiðis verða øll tey 140 starvsfólkini í umsitingini savnað undir somu lon. At fáa alt virksemið savnað hevur stórar fyrimunir. Tá ber til at effektivisera, og tá ber til at veita borgarunum enn betri tænastur. Vit hava sæð fleiri dømi í Føroyum, har fyritøkur savna seg í einum bygningi, og vit hava sæð somu gongd aðrastaðni.

Saltsiloin

Býráðið hevur samtykt at játta pening til at gera eitt dekk í saltsiloina á Vestaru bryggju. Uppskot er um, at hetta kann gerast ein nýggjur býráðssalur – ovast í siloini. Hetta er ein møguleiki, men er ikki nøkur endalig avgerð tikin um hetta. Hvørt tað verður ein býráðssalur ella okkurt annað, verður politisk avgerð tikin um seinni. Men fyri at fáa møguleikan í framtíðini, mátti ein avgerð takast beinanvegin, tí tað ber ikki til at fara afturumaftur og seta dekk í seinni.

Samtykt er at játta 3,5 milliónir krónur til arbeiðið at gera nýtt dekk. Møguleikarnir við hesi hæddini eru nógvir.

Miðbýurin aftur til fólkið

Tórshavnar kommuna leggur stóran dent á at fáa meira útvent virksemi í miðbýin. Kommunan eigur fleiri bygningar mitt í býnum. Flytur umsitingin út á Vestaru bryggju, ber til at lata nakrar av hesum bygningum aftur til býin. Kommunan keypti tríggjar bygningar í miðbýnum frá BankNordik, og av teimum verða tveir nú seldir.

Eftir er so sjálvur bankabygningurin, har kommunan hevur gjørt tvær tær ovastu hæddirnar til tíðarhóskandi skrivstovuhøli. Hava áhugaðir keyparar góðar ætlanir við bygninginum – ætlanir sum gagna vanliga fólkinum og miðbýnum – so verður støða tikin til møguliga sølu. Annars flyta fólk í umsitingini inn í niðaru hæddirnar, og sostatt ikki út á Vestaru bryggju.

Verður bankabygningurin í Niels Finsens gøtu seldur, fer kommunan at seta treytir um úvent virksemi á niðastu hæddunum, sum borgarar í kommununi fáa ágóðan av í gerandisdegnum.

Avgerðin um hetta seinasta er ikki tikin enn. Mál flyta seg støðugt, og málið um bygningarnar hjá kommununi er einki undantak. Tórshavnar kommuna vil fyrst og fremst lata miðbýin aftur til havnarborgarar. Verður ein góð loysn funnin í Niels Finsens gøtu, og annað virksemi flytur inn, so flytur øll umsitingin út á Vestaru bryggju.

Eg eri sannførdur um, at vit fara at koma á mál við eini góðari og framtíðartryggari loysn, sum eisini er borgaranum til gagns.

Heðin Mortensen
borgarstjóri