24.FO
Home Fólk & Samfelag SUMMAR VIÐ TJÓÐSAVNINUM

SUMMAR VIÐ TJÓÐSAVNINUM

Tjóðsavnið hevur sett saman eina røð av spennandi upplivingartúrum í summar. Túrarnir venda sær til bæði børn og vaksin, sum vilja uppliva okkurt øðrvísi og læruríkt eitt nú um fuglar, skordýr, blómur, tara, fornfrøði, hvalaveiðu, søgu ella sjórænarar á Skansanum.

Allir túrarnir eru skipaðir við serfrøðingum hjá Tjóðsavninum, sum hegnisliga greiða frá teimum mongu spennandi evnunum. Túrarnir eru ymsastaðni í Føroyum og hava ymiska longd og torleikastig. Fyrstu seks túrarnir eru longu í næstu viku og hildið verður fram til ólavsøku.

Mynd 3.jpg

Mikudagin 24. juni verður fuglatúrur á Eiði við Jón Aldará, lívfrøðingi. Millum Tjarnir er eitt serstakt og ríkt føroyskt náttúruøki við góðum vátlendi. Her búleikast nógvur heiðafuglur og nøkur heldur sjáldsom sløg kunnu síggjast har, sum t.d. reyðspógvi, tangspógvi og helsareyði. Koyrandi er til Loranstøðina, haðani lætt er at ganga millum Tjarnir og fram til Eiðisvatn.

Hósdagin 2. juli ber til at vitja fornfrøðiliga útgrevsturin á Velbastað, har Helgi D. Michelsen, fornfrøðingur, millum annað greiðir frá nýggju tíðarfestingini, sum bendir á, at kristna trúgvin á Velbastað er væl eldri enn frá umleið ár 999, tá ið Sigmundur sigst hava kristnað Føroyar.

Grivið verður í góðveðri á Velbastað 2017.JPG

Av øðrum túrum kunnu eitt nú nevnast plantutúrar í Hoyvík, við Toftavatn og Norðskála, fjørutúrar í Borðoyarvík og Kaldbak, skordýratúrar í Sandavági og Lambafeli, vitjan á Hvalastøðini við Áir, biskupssetrið í Kirkjubø, taratúrar og spennandi barnatiltak um og við sjórænarum á Skansanum.

Túrarnir kunnu keypast hjá Visit Tórshavn her >

Avmarkað pláss er til allar túrar.

- Advertisment -

Most Popular

Børn og ung skulu hava frítíðarkort

 Vit vilja raðfesta børn og ung, gera tað lættari hjá øllum at gerast partur av frítíðarlívinum í kommununi og samstundis geva ein fíggarligan lætta...

Millum korona og pakkaloysnir í høvuðsstaðnum

Tíðargrein Óli M. Lassen, siviløkonomur Eg veri oftani spurdur um vit ikki skjótt fáa afturgongd í búskapinum og kemur ikki ein kreppa ?. Útsagnir sum...

Klaksvíkar kommuna og framtíðin

- rakstur, íløgur og langtíðarætlanir  Vinnuligur framburður við treystum íløguhugi í vinnuna hava skapt og skapa framvegis stóra framgongd í Klaksvík. Søgan vísir okkum á...

Føroyingar fáa CPR-nummar

Landsstýrið fer bæði at gera tað smidligari at samskifta við danskar myndugleikar og fáa atgongd til danskar skipanir. Í næstum verður eitt uppskot latið...

Seneste kommentarer