Mynd:24.fo

Eg eri ógvuliga harmur um, at manningin á Sjúrðabergi missir arbeiðið, men at Hanus Hansen velur at selja eitt skip, er helst tí at tað er skilagott fyri fyritøkuna. Tað hevur als einki við fiskivinnunýskipanina at gera, staðfestir Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Seinastu árini hava trý reiðarí fingið alla kvotuna í Barentshavinum tillutaða. Við fiskivinnunýskipanini fingu hesi trý reiðaríini 85 % av kvotuni tillutaða í mun til 100 % undanfarin ár. Hini 15 % vórðu seld á uppboðssølu. Somu reiðarí keyptu so at siga alla kvotuna, og hava tískil nøkulunda somu kvotu at fiska í 2018, sum tey vildu havt uttan fiskivinnunýskipanina.

–    Tað harmar meg almikið, at manningin á Sjúrðabergi hevur mist arbeiðið. Tíbetur er nógv virksemi í landinum, og tað er mín vón, og eg ivist onga løtu í, at hesi røsku starvsfólkini skjótast møguligt fáa annan kjans. Men lat tað vera greitt, at fiskivinnunýskipanin ikki kann vera orsøkin til, at Hanus kennir seg noyddan at selja, sigur Aksel V. Johannesen.

Kvotan lækkar, men verður framvegis yvir meðal

I 2017 var føroyska kvotan í Barentshavinum á leið 30.000 tons. Hetta er methøg kvota, og tíbetur hevur kvotan í Barentshavinum seinastu 4 árini verið sjáldsama høg. Sambært ICES eru fiskastovnarnir nú verri fyri, og tí valdu Russland og Noreg at lækka heildarkvotuna við á leið 10 %, soleiðis at føroyska kvotan í 2018 er á leið 27.000 tons. Hetta hevur einki við fiskivinnunýskipanina, samgonguna ella føroyskar myndugleikar at gera.

Hóast kvotan er lækkað nakað í 2018, so er føroyska kvotan á 27.000 tons væl oman fyri meðal av, hvat kvotan hevur verið mongu seinastu árini. Ábendingar eru um, at Noreg og Russland fara at lækka heildarkvotuna í Barentshavinum meira komandi ár, men framvegis verður kvotan helst yvir meðal.

–    Tað er harmiligt, at kvotan lækkar, men á ongan hátt ókent fyri tey, sum virka í fiskivinnuni. Tí kvoturnar broytast alla tíðina, tí kvoturnar broytast aðina – eisini í Barentshavinum. Til dømis lá føroyska kvotan í Barentshavinum fyrst í hesi øldini í fleiri ár millum 13-16.000 tons. Hví JFK velur at selja eitt skip nú, tá kvotan er væl oman fyri meðal, má Hanus Hansen svara fyri – allarhelst er tað tí, at hetta er skilagott fyri fyritøkuna. Men at geva fiskivinnunýskipanini skuldina er órímiligt, tí JFK hevur nøkulunda somu kvotu í Barentshavinum við fiskivinnunýskipanini, sum tey høvdu havt uttan nýskipanina, sigur Aksel V. Johannesen.