Mynd Glasir-LV Heinesen Myndir

Sunnudagin kom ein bólkur av donskum fólkatingsumboðum á vitjan til Føroya á eina sonevnda kunningarferð, har tey hava høvi at seta seg inn í føroysk samfelagsviðurskifti. Seinnapartin í dag vitjaðu tey á Glasi við Marknagil. Tað vóru ikki hissini lovorð, sum tey høvdu um komandi miðnámsskúlan í høvuðsstaðnum.

Myndir og tekstur lv.fo

Talan er um eina sonevnda kunningarferð, har sjey fólkatingslimir og eitt embætisfólk úr Fólkatinginum fáa høvi at seta seg inn í føroysk samfelagsviðurskifti. Tað er Ríkisumboðið, ið er vertur fyri vitjanini, sum er í døgunum 10. til 15. september.

Seinnapartin í dag vitjaði ferðalagið úr Fólkatinginum á Glasi, har Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, tók ímóti og bjóðaði vælkomin.

Síðani vísti Sara L. F. Winther, verkætlanarleiðari á Landsverki, í eini framløgu á gongdina við byggingini. Eisini greiddi ein av útbúgvingarleiðarunum á Glasi, Finn Jensen, frá, hvussu skúlin verður skipaður, tá flutt verður inn í nýggja bygningin við Marknagil.

Eftir hetta varð ferðalagið víst runt á byggiplássinum, har greitt varð frá innrættingini av skúlanum.

Hálova nýggja skúlanum
Donsku gestirnir duldu ikki fyri, at teir vóru hugtiknir av nýggja skúlanum, sum eftir ætlan verður tikin í nýtslu næsta skúlaár.

– Hetta er tann mest bergtakandi skúlabyggingin, eg nakrantíð havi sæð. At tit hava sligið triggjar miðnámsskúlar saman á hendan hátt er eitt fantastiskt hugskot, sigur Karin Gaardsted, fólkatingsumboð fyri Javnarflokkin.

Eisini leiðarin fyri danska politikarahópin undir vitjanini, Liselott Blixt, vísir á tað skilagóða í at savna studentaskúla, handilsskúla og tekniskan skúla undir einum og sama taki.

– Eg ivist ikki í, at hetta fer at sameina tey ungu og bróta niður møguligar fordómar millum teir meiri bókligu og teir meiri handverksligu útbúgvingarnar, tá tey ganga í sama skúla, og har tey síggja, hvat hvør annar tekst við, sigur Liselott Blixt, fólkatingsumboð fyri Danska Fólkaflokkin.

Jan Johansen, umboð fyri Javnaðarflokkin á Fólkatingi, ivast ikki í, at næmingarnir skjótt fara at tillaga seg nýggju útbúgvingarskipanina, og trívast væl undir henni.

– Eg rokni við, at tey, sum hava ta størstu avbjóðingina í einum slíkum skúla, sum eg haldi vera ómetaliga áhugaverdan, eru lærararnir. Tað hevur avgerandi týdning, at teir fara at duga at umstilla seg, sigur Jan Johansen.

Eisini orðførarin í útbúgvingarmálum fyri Sosialistiska Fólkaflokkinum í Fólkatinginum, Jacob Mark, var hugtikin av Glasi.

– Tað er flott, at eitt so lítið samfelag megnar at byggja ein slíkan skúla, eins og tað er imponerandi at síggja, hvat tit annars megna at byggja her í Føroyum, sigur Jacob Mark.

Stóran týdning fyri samfelagsmenningina
Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, var fegin um at sleppa at vísa donsku fólkatingsumboðunum Glasir, har hon greiddi frá endamálinum og ætlanini við skúlanum.

– Onkursvegna er hetta blivið mítt barn, og tí eri eg ómetaliga fegin um, at vit skjótt sleppa at lata skúlan upp fyri okkara unga fólki. Møguleikarnir eru óavmarkaðir, og Glasir fer komandi mongu árini at fáa ómetaliga stóran týdning fyri menningina av okkara samfelagi, sigur Rigmor Dam.

Stjórin á Landsverki, Ewald Kjølbro, vitjar sjálvandi javnan á byggiplássinum, og hann er nøgdur við gongdina á Føroya størsta byggiplássi.

– Tað er eingin loyna, at verkætlanin hevur havt sínar stóru avbjóðingar, men eg haldi, vit kunnu siga, at tað í løtuni gongur væl, so eg eri rættiliga bjartskygdur um støðuna nú, sigur Ewald Kjølbro.

Rúgvusmikil skrá undir føroyaferðini
Afturat teimum fýra áðurnevndu fólkatingsumboðunum eru Josephine Fock úr Alternativu, Mette Abildgaard úr Konservativa Fólkaflokkinum, Søren Gade úr Vinstra og Søren Thomsen, embætismaður í Fólkatinginum, við í ferðalagnum frá Christiansborg.

Umframt vitjan á Glasi fevnir skráin undir føroyaferðini hjá fólkatingsumboðunum eisini um vitjan við Gjógv, hjá Klaksvíkar kommunu, í Christianskirkjuni, reiðarafyritøkuni Christiani í Grótinum, Heimið við Vágna, LookNorth, Runavíkar kommunu, Bakkafrost, Skúlin við Løkin, ítróttarøkið í Runavík, Vágs kommunu, Fjarundirvísingin í Vági, Ítróttarháskúlan í Vági, Páls Høll, Suðuroyar Sjúkrahús, Delta Seafood, Savnið hjá Thomsen-familjuni á Tvøroyri, Varðin Pelagic, SALT, VisitFaroeIslands, Kirkjubø, Løgmansskrivstovan, Løgtingið, Ríkisumboðið, Tórshavnar kommunu, Sjóvinnuhúsið, Skúlin á Argjahamri og Finsen Kollegium.

Afturat rúgvusmiklu skránni skulu donsku fólkatingsumboðini eisini hitta umboð fyri politisku flokkarnar á Føroya Løgtingi.

Danska ferðalagið fer aftur til Danmarkar seinnapartin fríggjadagin.
Fakta um nýggja miðnámsskúlan

20 útbúgvingar
1.660 næmingar (harav 200 innan hægri útbúgvingar)
250 starvsfólk
19.500 fermetrar

(Myndir: HeinesenMyndir)