Øll lesandi á hægri útbúgvingum skulu hava rætt til lestrarstuðul alt árið. Tað ætlar samgongan, nú rakstrarkarmarnir fyri 2018 eru lagdir fram.

Í mong ár hava lesandi einans fingið lestrarstuðul 11 mánaðar árliga. Í fjør samtykti samgongan at lata støkum uppihaldarum studning í 12 mánaðir, og hetta skal nú víðkast til øll lesandi á hægri útbúgvingum.

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum sigur, at yvirskipaði útbúgvingarpolitikkurin snýr seg um at bøta um umstøðurnar hjá lesandi, so Føroyar verða kappingarførar við grannalondini; bæði í mun til lestrarstuðul, korini hjá lesandi við børnum, útboð av útbúgvingum og tilboð um lestrarbústaðir.

– Fyrsta stigið varð tikið í ár, har vit løgdu 500 krónur oman á lestrarstuðulin. Víðkanin av lestrarstuðulinum til 12 mánaðar er sostatt ein liður í yvirskipaða politkkinum, sum snýr seg um at raðfesta útbúgving og mentan, fyri tá tann hátt at skapa framgongd og fólkavørstur í Føroyum, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum.

Ætlandi kemur nýggja skipanin í gildi 1. januar 2018.

Mentamálaráðið, 31. mars 2017