Í nógv ár hava atløguviðurskiftini og alt økið á Stongunum ikki verið nøktandi hjá teimum, sum virka har dagliga. Klaksvíkar Útróðrarfelag heitti í 2007 á kommununa um at bøta um atløguviðurskiftini á vánni við at gera ein verjugarð. Fíggjarliga var hetta ikki møguligt tá, men nú er hetta mál tikið framaftur

Serliga seinastu tíðina hava vit hoyrt nógv positiv tíðindi frá útróðrinum í Klaksvík. Hóast henda vinna er broytt ógvuliga nógv ígjøgnum árini og at nógv færri bátar eru tengdir at hesi vinnu í dag enn áður, so er ongin ivi um, at karmarnir hjá teimum, sum virka har, trongja til týðiligar ábøtur.

Í mars mánaði 2007 heitti Klaksvíkar Útróðrarfelag á kommununa um at bøta um atløguviðurskiftini á vánni við at gera verjugarð á Stongunum. Av ókendum orsøkum fingu teir onki svar uppá henda fyrispurning, fyrrenn í januar 2009. Í hesum svari varð sagt, at kommunan lat gera eitt projekt av einum verjugarði á Stongunum í 2005. Hóast hetta, eydnaðist ikki at finna fígging. Metti kostnaðurin var tá umleið kr. 500.000 við ókeypis gróti úr Norðoyatunnlinum. Projektið fevndi um ein verjugarð, ið var 15 til 20 metrar langur.

Orsøkin til ynskið um hesa verju ístaðin fyri flótibrúnna ið liggur er, at har er sera gjálvut, tí ber illa til hjá útróðrarbátum og skipum at liggja við kai á Stongunum í ávísum ættum, sum eg skilji. Hetta fer eisini illa við útróðrarbátunum.

Býráðið, ið tók við í januar 2009, ynskti at raðfesta hesa íløgu, men vegna fíggjarligu umstøðurnar var ov trupult at fáa hetta framt tá.

Nú tíðirnar eru nógv broyttar, og inntøkurnar nógv hækkaðar, havi eg skotið upp fyri býráðnum, at høvi er at taka hetta mál framaftur til viðgerar í nevndum býráðsins við atliti til verjugarðin á Stongunum, tí trupulleikin er framvegis óloystur og líka stórur.

Skipan av øki til parkering
Eitt annað mál, sum somuleiðis hevur verið nógv frammi, er vantandi skipan av økinum, har útróðrarmenn dagliga hava sítt arbeiðspláss. Í sambandi við málið um verjugarðin, hava vit nú møguleika somuleiðis at viðgera, hvussu vit skulu skipa økið á Stongunum, soleiðis at útróðrarmenninir fáa arbeitt, eins og at parkeringsviðurskiftini verða betur skipað. Eitt stórt øki er omanfyri/aftanfyri egningarskúrarnar, har góðir møguleikar eru at skipa parkering, um hetta verður asfalterað og skipað í básar.

Hóast henda vinna er nógv broytt seinastu árini, hevur hon stóran týdning, tí hava vit ábyrgd at skipa so fyri, at útróðrarmenninir fáa arbeitt og ment vinnuna, sum útlit eru til, og sum vit hava sæð seinastu tíðina.

Gunvá við Keldu
Býráðslimur