Home Fólk & Samfelag Hans Jón Juul Thomsen skúlastjóri í Hoyvíkar Skúla

Hans Jón Juul Thomsen skúlastjóri í Hoyvíkar Skúla

by OML

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, hevur sett Hans Jón Juul Thomsen í starvið sum skúlastjóri í Hoyvíkar skúla.

Hans Jón er 42 ára gamal. Hann tók læraraprógv í 1998 og hevur tikið eftirútbúgvingarskeið innan leiðslu og í persónligari leiðslumenning, AKT skeið og hevur útbúgving sum konsultativur ráðgevi. Fyrstu fimm árini starvaðist hann í Danmark, har hann var lærari á bústovni fyri børn og ung við sosialum- og trivnaðarligum avbjóðingum og var AKT ráðgevi í Pædagogisk Psykologisk Rådgivning í Aalborg Kommunu.

Hans Jón hevur síðan hann kom aftur til Føroya starvast sum lærari á familjudeildini á Føroya Barnaheimi, í Hoyvíkar skúla og verið leiðari í NSR tænastuni í Eysturoynni. Í seks ár hevur Hans Jón starvast sum varaskúlastjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt. Seinasta hálva árið hevur hann arbeitt sum ritstjóri í Námi, har hansara arbeiðsøki m.a. hevur verið talgildar royndir og próvtøkur í fólkaskúlanum.

Hans Jón tekur við starvinum sum skúlastjóri í Hoyvíkar Skúla frá 17. mars 2016 at rokna.

 Mentamálaráðið, 3. mars 2016

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.