Home Fólk & Samfelag Bjørgfríð Ludvig kommunustjóri

Bjørgfríð Ludvig kommunustjóri

by OML

Tórshavnar Býráð hevur samtykt at seta Bjørgfríð Ludvig í starvið sum kommunustjóri í Tórshavnar kommunu.

Bjørgfríð Ludvig er 46 ára gomul og útbúgvin cand.scient.adm. Bjørgfríð hevur seinastu árini verið aðalstjóri í Vinnumálaráðnum.

Áðrenn Bjørgfríð gjørdist aðalstjóri í Vinnumálaráðnum, virkaði hon í seks ár sum miðfyrisitingarstjóri hjá Tórshavnar kommunu.

Undan hesum hevur Bjørgfríð m.a. verið fyrisitari í Vinnuhúsinum, serfrøðingur í Menningardeildini í Føroya Sparikassa og fulltrúi og settur deildarleiðari á Løgmansskrivstovuni.

Á myndini er Bjørgfríð Ludvig avmyndað saman við býráðsmanningini eftir býráðsfundin í kvøld.

Kelda & mynd torshavn.fo

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.