Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Klaksvíkar kommuna og framtíðin

– rakstur, íløgur og langtíðarætlanir

 Vinnuligur framburður við treystum íløguhugi í vinnuna hava skapt og skapa framvegis stóra framgongd í Klaksvík. Søgan vísir okkum á góða samstarvið, ið hevur verið millum arbeiðsgevarar, fakfeløg og tænastufyritøkur

Í gjøgnum fleiri áratíggjur hevur júst hetta góða samstarv havt við sær, at Klaksvíkar Kommuna hevur havt møguleikar at fremja stórar útbyggingar, har borgarar og vinna hava skapt inntøkugrundarlagið til kommununa at skapa karmarnar.

Nú tað stundar til val, er umráðandi hjá politikarunum í komandi býráði at vera nærløgd í stýringini av ymisku málunum og stóru verkætlanunum, bæði teimum undir fremjan og teimum, sum skulu fremjast komandi árini.

Neyðug planlegging

Tað, sum eitt komandi býráð má leggja seg eftir, er,

Hvør, ið verður valdur at stjórna okkara vala býi og átta bygdum, ið hava so nógvar og góðar møguleikar, kemur veljarin at avgera.

Latið okkum øll í felag leggja okkum eftir røttum íløgum, sunnum væl uppfylgdum rakstri og ikki minst einari kommunu, sum er eykend av slagorðunum “Reinur og fríður, Klaksvíkar býur”, har íløgur gerast lidnar, og borgararnir kenna seg heima.

Gunvá við Keldu

Býráðslimur fyri Fólkaflokkin

í Klaksvíkar Býráði