Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Avreiðingarnar dagførdar til oktober 2019

Uppgerðin av avreiðingunum januar til oktober 2019 er nú tøk í hagtalsgrunninum. Har eru meira útgreinaðir upplýsingar, bæði á fiskaslag, nýttan reiðskap og keyparabólkar.

Samanumtikið er nøgdin av botnfiski vaksin stívliga 13% og avreiðingarvirðið góð 27% higartil í ár,  samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Tað er toskur og hýsa,  sum draga botnfiskanøgdina upp – ávikavist 62 og 71% fleiri tons í ár. Smá 17% minni av upsa er avreiddur í ár. Hetta skrivar Hagstovan