Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Kanning av mannagongdunum hjá Tórshavnar kommunu í sambandi við grannahoyringar

Tilvildarlig savnsmynd 24.fo

Tórshavnar kommuna hevur óheimilað latið persónsupplýsingar víðari til 3. persón, skrivar Løgtingsins Umboðsmaður.

kelda lum.fo 06-03-2019

Umboðsmaðurin hevur sum framhald av einum ítøkiligum klagumáli kannað við hvørji heimild, nær og hvussu Tórshavnar kommuna fremur grannahoyringar í byggimálum, og hvørjar upplýsingar kommuna letur víðari í sambandi við grannahoyringar.

Kanningin vísti, at Tórshavnar kommuna í hesum ítøkiliga máli óheimilað hevði latið persónsupplýsingar víðari til 3. persón.

Umboðsmaðurin gav Tórshavnar kommunu eina átalu fyri handfaringini av ítøkiliga málinum, og heitti samstundis á Tórshavnar kommunu um at endurskoða sínar mannagongdir um hoyringar í byggimálum. (LUM 18/00092)

Frágreiðingin kann lesast her