Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Strategisk kampusætlan um universitetskampus á Frælsinum

Arbeiðsbólkur við Sigurði í Jákupsstovu, rektara á Fróðskaparsetri Føroya, hevur handað Mentamálaráðnum eina stragiska kampusætlan.

Strategiska kampusætlanin er fyrsta stigið í tilgongdini at fáa eitt atdráttarmikið og tíðarhóskandi undirvísingar- og granskingarumhvørvi, sum skal vera miðdepil fyri lesandi, undirvísarar og granskarar, umframt at umhvørvið ella kampusøkið skal vera áhugavert fyri býin og atkomuligt fyri borgararnar.

Arbeiðsbólkurin hevur í høvuðsheitum verið samskipandi og hevur sett fakligan ráðgeva at standa fyri arbeiðinum at gera strategiska kampusætlan. Arkitektafyritøkan Henning Larsen Arkitekter vann útboð um arbeiðið og hevur staðið fyri kampusætlanini, sum ásetir, hvussu karmarnir fyri framtíðar universitets- og granskingarvirksemi kunnu skipast á kampusøkinum. Menningarætlanin leggur upp fyri verandi og framtíðar tørvi og er grundað á virði, sum eru ásett í frágreiðing frá juni 2016, sum fyrrverandi arbeiðsbólkur gjørdi um framtíðar hølisviðurskiftini hjá Fróðskaparsetrinum.

Tilmæli frá arbeiðsbólkinum:

Fyri at røkka málinum at menna eitt altjóða kappingarført universitet er neyðugt at savna Fróðskaparsetrið og skapa umstøður fyri, at aðrir granskingarstovnar kunnu staðsetast á sama øki.

Framtíðar universitets- og granskingarøkið skal liggja á tí samanhangandi økinum, sum strekkir seg av Frælsinum um Nóatún og Debesartrøð oman til J.C. Svabos gøtu.

ffArbeiðsbólkurin mælir til, at næsta stigið í tilgongdini at útvega eitt universitetskampus verður at detailprogrammera og gera byggiskrá.  Eftir hetta verður arkitektakapping boðin út, væntandi fyrst í 2020 . Sí tilmælið her:

 

Limir í arbeiðsbólkinum eru:

 

Mentamálaráðið, 18. februar 2019