Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Deyður makrelur á vánni í morgun

Í morgun sóu fólk deyðan fisk liggja í fjøruni í Klaksvík og fleyt eisini fiskur úti á vánni.

Tað vísir seg at talan er um makrel sum er skolaður upp á land a vestaru síðu í fjøruni. Fiskurin kann stava frá einum nótabáti, verksmiðjuni i Fuglafirðið ella kann talan kann eisini verða um agn ið er enda á sjónum. Tað er ikki stór nøgd ið liggur har nú, fuglurin etur makrelin so skjótt verður einki at sígggja í fjøruni. Tað vóru eisini onkur annar fiskur enn makrelur, men var ikki lætt at síggja hvat tað var tí fuglurin hevði eisini eti av teimum.  Myndir síggjast her