Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Heini Østerø nýggjur sløkkiliðsstjóri hjá Tórshavnar sløkkiliði.

Fíggjarnevndin avgjørdi á fundi 10. oktober at seta Heina Østerø í starv sum sløkkiliðsstjóri hjá Tórshavnar sløkkiliði.

Heini varð settur í fast starv sum sløkkiliðsmaður hjá Tórshavnar sløkkiliði í 1997, og í 2003 varð hann settur sum átaksleiðari. Seinastu tíðina hevur Heini røkt starvið sum fyribilssettur sløkkiliðsstjóri.

Heini hevur drúgvar leiðsluroyndir hjá Sløkkiliðnum og hevur harumframt tikið útbúgving sum liðleiðari og átaksleiðari innan brunatrygd v.m.

Frammanundan er Heini útbúgvin bilmekanikari og hevur m.a. starvast hjá Strandferðsluni.