Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Borgarstjórin havt vitjan úr Kanada

Í gjár tók Jógvan Skorheim, borgarstjóri ímóti Emi Furuya, sum er kanadiskur sendiharri í Keypmannahavn.

Á fundi greiddi borgarstjórin frá um Klaksvík og um nógv av tí, sum fyriferst í kommununi. Kanadisku gestirnir vístu serliga áhuga fyri føroyskari fiskivinnu, og borgarstjórin nýtti somuleiðis høvið til at greiða teimum frá tí stóra týdninginum, fiskivinnan hevur fyri kommununa. Hetta eisini í mun til íverksetan og verkætlanir, sum vinnufyritøkur kasta seg út í til frama fyri lokalu samfelagsmenningina.

Stundir vóru eisini til at greiða gestunum frá føroyskum fiskiskapi á kanadiskum leiðum, og brot úr filminum “Línumenn” hjá Zacharias Hammer varð vístur fyri at geva gestunum innlit í fiskiskap í Ný Foundlandi og Flemish Kap. Í hesum sambandi varð eisini greitt frá verkætlanini við nýggja Sjósavninum, har gamla línuskipið Helena verður bulur í sjálvum savninum.

Áðrenn tey fóru avstað aftur, fingu gestirnir eisini høvið til at síggja eina av íbúðunum á Biskupstorgi, haðani útsýni m.a. er oman á staðsetingina av nýggja sjósavninum. Borgarstjórin greiddi her eisini frá allari miðbýarætlanini, og serliga sjóhitaskipanin hugtók gestirnar.