Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Farin ígongd við at breiðka Stangavegin

Klaksvíkar Kommuna er júst nú í ferð við at breiðka Stangavegin. Hetta er ein høvuðsferðsluæðr í Klaksvík og tí gleðir tað meg at hetta nú verður gjørt.

Vit hava umleið góðar 5 milliónir í ár til íløgur í vegir. Umframt at gera Stangavegin fara vit at gera Reyðhúsbrekku og eisini fara vit at gera dagføringar á Garðavegnum, har vit longu hava gjørt gongubreyt og verður vegurin asfalteraður seinri í ár.

Á Stangavegnum verður vegurin breiðkaður heim til Magn og ætlanin er at gera eina rundkoyring har Garðabrekkan og Stangavegurin møtast. Tað er mín vón at hesi átøk eisini verða við til at betra ferðslutrygdina í økinum.