Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Fiskavøruútflutnngurin minkaður við meiri 500 milliónum krónum

Frá januar til mei 2018 er fiskavøruútflutningurin heilar 529 mió. kr. minni enn sama tíðarskeið í 2017 Hagstovan skrivar á heimasíðuni at tað er minni innflutningur og útflutningur fyrstu fimm mánaðirnar í ár.

Fyrstu fimm mánaðirnar í ár minkaði innflutningurin við 5% í mun til sama tíðarskeið í fjør. Uttan skip og flogfør var tó ein vøkstur á 5%. Í sama tíðarskeiði minkaði útflutningurin við 12% í virði. Í nøgd minkaði útflutningurin av fiskavørum við 6%.
Dagførd og útgreinað hagtøl um útflutningin og innflutningin eru at finna í hagtalsgrunninum her.