Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

FERÐSLAN Í SAMBAND VIÐ NS HÁLVMARATHON

Leygardagin 5. mai skipar Treysti fyri NS hálvmarathon, og í hesum sambandi verða ávísir vegir í býnum stongdir fyri ferðslu í nakrar tímar.


Tiltakið byrjar kl. 14, og tilmeldingin er opin fyri øllum, tí umframt FM í hálvmarathon verður eisini motións- og barnarenning. Startur og mál er uttanfyri Norðoya sparikassa, og rennileiðin fevnir um bæði eystara og vestara arm av Klaksvíkini.

Tí verða Stoksoyrarvegur, Klaksvíksvegur, Biskupsstøðgøta, Nólsoyar Pálsgøta og partur av Stangavegnum stongdir fyri ferðslu frá kl. 13.00 til 17.00 leygardagin 5. mai.

Til ber at melda seg til og lesa meira um NS hálvmarathon á heimasíðuni hjá Treystinum og á facebook umvegis leinkið her.